Ongi úrslit

Veiðigjaldið undir trýsti: Fiskiskip kunnu verða noydd at liggja við bryggju

Høg veiðigjøld, fallandi fiskaprísir og dýr olja kunnu gera tað ólønsamt hjá fiskiskipum at fara til fiskiskap. Nú verður landsstýrið biðið um svar.

© Savnsmynd.
Dýr olja, lægri fiskaprísir og veiðigjøld, sum byggja á gamlar prísir, kunnu halda fiskiskipum við bryggju. Nú verður spurningurin tikin upp í Løgtinginum.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Fróði Magnussen, løgtingsmaður, vil hava Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum, at taka støðu til, um veiðigjaldið skal broytast, so fiskiskip gjalda eftir veruliga prísinum, tey fáa fyri fiskin.

Í einum skrivligum fyrispurningi vísir Fróði Magnussen á, at verandi skipan kann gera tað ólønsamt at fara til fiskiskap, tá fiskaprísirnir falla, og oljan samstundis er dýr.

Gjaldið byggir á gamlar fiskaprísir

Í dag verður veiðigjaldið ásett sum eitt fast gjald fyri hvørt kilo í rundari vekt. Gjaldið byggir á miðalprísirnar í einum undanfarandi 12 mánaða tíðarskeiði.

Tað merkir, at skip kunnu verða noydd at gjalda veiðigjald eftir gomlum, høgum fiskaprísum, hóast prísurin á fiskinum er fallin munandi.

Fróði Magnussen ávarar um, at avleiðingarnar kunnu raka bæði reiðarí, manningar og landskassan.

Verða skipini liggjandi, missa manningarnar lønarinntøkur, samstundis sum landskassin kann missa inntøkur av bæði lønarskatti og veiðigjaldi.

Vil knýta gjaldið at hvørjari landing

Fróði Magnussen mælir til, at veiðigjaldið í staðin verður roknað eftir veruliga avreiðingarprísinum fyri hvørja landing.

Tá lækkar gjaldið, um fiskaprísurin fellur, og hækkar, um prísurin hækkar.

Hann spyr eisini, hvørjar lógarbroytingar krevjast, og hvussu gjaldið skal roknast hjá skipum, sum virka fiskin umborð.

Harumframt vil hann vita, um landsstýrismaðurin er sinnaður at viðgera broytingina saman við vinnuni og viðkomandi myndugleikum.

Fyrispurningurin varð settur 15. oktober.

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

Í gjár kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

Í gjár kl. 11:54