Veljarakanning: Samgongan stóra afturgongd

Fólkaflokkurin er tann stóri taparin í nýggju veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting. Men allir samgonguflokkarnir hava afturgongd

Sveinur Tróndarson
24. september 2020 kl. 16:45

Tað kostar at sita í samgongu, sigst, og tað kann eisini staðfestast í tølunum í veljarakanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting.

Kanningin vísir, at var val í dag, so hevði samgongan mist 7,5 prosentstig av atkvøðunum síðan valið. Á valinum í fjør fingu teir tríggir flokkarnir, sum nú mynda samgonguna, 50,2 prosent av atkvøðunum og 17 tingsessir, men í veljarakanningini hjá Gallup fáa samgonguflokkarnir 42,7 prosent og 14 tingsessir.

Hinvegin hevur andstøðan framgongd, men hon kemur fram við, at Javnaðarflokkurin einsamallur hevði staðið til eina framgongd uppá 6,5 prosentstig, og tað hevði givið flokkinum tríggjar tingsessir afturat.

Hinir báðir flokkarnir í andstøðu, Tjóðveldi og Framsókn, standa so at siga í stað í hesi veljarakanningini, men hinir báðir samgonguflokkarnir, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin, missa eisini. Flokkurin hjá løgmanni missur 1,5 prosentstig og Miðflokkurin 0,9 prosentstig.

Les annars nógv meira um veljarakanningina í blaðnum, sum er komið á gøtuna í dag.

Leys Størv