Ongi úrslit

Venjararnir valdu Súnu at vera ársins spælara

Føroyski landsliðsspælarin, sum nú fer at spæla í Montenegro, er kosin at vera ársins spælari í Skanderborg

Jonhard Hammer
4 tímar síðan

Nú danska landskappingin í hondbólti fyri kvinnur er av, er punktum í hesum umfari sett fyri leiklutin hjá føroyska landsliðsspælaranum Súnu Krossteig Hansen í donskum hondbólti. Hon flytur nú til Montenegro, har hon fer at spæla við ŽRK Budućnost í høvuðsstaðnum Podgorica í Montenegro. Talan er um størsta felagið í landinum, sum síðsta kappingarár vann landskappingina.

Í Skanderborg fjala tey ikki yvir, at tey halda Súnu K. Hansen vera góðan spælara. Tey halda hana vera so góða, at hon nú er kosin at vera besti spælarin í felagnum síðsta kappingarár.

Tað eru venjararnir í felagnum Skanderborg, sum undir farvæl døgurðanum valdu Súnu K. Hansen at vera árssins spælari.

Venjararnir søgdu, at Súna alt kappingarárið gekk undan bæði á og uttanfyri vøllin – í stríðsvilja, hugburði og góðum lagi, og samstundis var hon ofta dystaravgerandi og tók ábyrgd. Eisini tá ið tað av álvara var trýst á.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

17. juni kl. 17:15

Svenskari handtikin í Føroyum fyri álvarslig lógarbrot í Svøríki

19. juni kl. 07:43

Ferðamynstrið er so nógv broytt

19. juni kl. 19:35

Valsvik staðfest í Runavík

20. juni kl. 16:04

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

Í gjár kl. 09:32

Bjarging eystan fyri Sandoynna: Ein stór alda fylti bátin

18. juni kl. 13:36