Vestmanna kommuna arbeiðir í løtuni við at gera fleiri gøtur í viðarlundini, so bæði íbúgvar og vitjandi fáa fleiri møguleikar at ferðast í náttúruøkinum.
Ein av nýggju gøtunum skal ganga niðan til gjónna. Haðani verður gott útsýni, og fólk fáa møguleika at uppliva náttúruna úr einum nýggjum sjónarhorni.
Endamálið við arbeiðinum er at geva fólki betri møguleikar at fara bæði styttri og longri gongu- og trillitúrar í viðarlundini. Finnbogi Joensen stendur fyri arbeiðinum í økinum.
Vestmanna kommuna boðar eisini frá, at ætlanin er í næstum at gera eina nýggja gangibrúgv yvir Gjógvará millum viðarlundina og Garðatún.