Ongi úrslit

Vestmanna: Tekur 38 milliónir í láni til at umbyggja skúlan

Vestmanna kommuna tekur í 2027 38 milliónir krónur í láni til skúlaverkætlanina. Samstundis verða aðrar íløgur avmarkaðar til 10 milliónir krónur.

© Vestmanna kommuna.
Skúlin stendur ovast á íløguætlanini hjá Vestmanna kommunu, sum í 2027 tekur 38 milliónir krónur í láni til høvuðsumvæling og umbygging.
Edmund Jacobsen
11 minuttir síðan

Vestmanna bygdarráð samtykti mikukvøldið einmælt fíggjarætlanina fyri 2027. Størsta íløgan verður í Vestmanna skúla, sum í løtuni verður høvuðsumvældur og umbygdur.

Niðurtøkuarbeiðið í skúlanum byrjaði í september, og fram til ársskiftis verður arbeiðið fíggjað við tøkum peningi hjá kommununi.

Fíggjarstøðan hjá Vestmanna kommunu er góð. Inntøkurnar frá persónsskatti, eftirlønarskatti og partafelagsskatti hava allar verið hægri enn mett í ár.

Í 2027 verður roknað við samlaðum inntøkum á góðar 87 milliónir krónur og rakstrarútreiðslum á slakar 73 milliónir krónur.

Fáa nýggjan sløkkiliðsbil

Næststørsta einstaka íløgan í 2027 verður ein nýggjur sløkkiliðsbilur, sum skal avloysa verandi bil, ið er 26 ára gamal.

Eisini verður peningur settur av til at dagføra havnir, lendingar, vegir og gongubreytir. Arbeiðið við spillvatnsætlanini heldur fram. Harumframt skal Hornavegur asfalterast, og Leitisvegur skal breiðkast enn meira.

Børn og trivnaður verða raðfest

Umstøðurnar í barnagarðinum Gjáarlon verða betraðar, FIFA-vøllurin á Flatabø verður skiftur út, og viðarlundin verður víðkað við nýggjari gøtu og brúgv.

– Hvør íløga er gjølla umrødd og raðfest av bygdarráðnum, so hon kemur teimum fólkum til góðar, ið her búgva og virka. Samstundis er dentur lagdur á, at hesar íløgur røkka langt inn í framtíðina, sigur Sára Jógvandóttir, borgarstjóri.

Bygdarráðið er eisini farið undir at fyrireika fleiri bústaðarmøguleikar, fleiri vinnuøki, eitt betri vegakervi og nýggjar karmar um mentan og felagslív.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

Í gjár kl. 21:03

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

7 tímar síðan

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20