Ongi úrslit

Vígdis er nýggjur býarbókavørður

Býarbókasavnið takkar fráfarandi leiðaranum, Vónbjørt Vang, fyri hennara arbeiði og íkast til menningina av bókasavninum

Býarbókasavnið
13 minuttir síðan

Tórshavnar kommuna hevur sett Vígdis Bjarnadóttir í starv sum nýggjan býarbókavørð og leiðara á Býarbókasavninum.

Vígdis er útbúgvin bókavørður frá Danmarks Biblioteksskole og cand.mag. í mentan og miðling frá Syddansk Universiteti. Hon hevur drúgvar royndir innan bókasavnsverkið, har hon frá 2001 til 2019 hevur arbeitt á Landsbókasavninum. Síðani 2019 hevur hon verið varaleiðari á Býarbókasavninum.

"Eg gleði meg nógv til uppgávuna. Eg síggi stórar møguleikar í at menna bókasavnið sum ein livandi mentanar- og vitanarstovn, har bókin, lesingin og felagsskapurin eru í miðdeplinum. Eg vóni at kunna byggja víðari á tað góða arbeiðið, sum longu er gjørt" sigur Vígdis Bjarnadóttir.

Býarbókasavnið takkar fráfarandi leiðaranum, Vónbjørt Vang, fyri hennara arbeiði og íkast til menningina av bókasavninum og ynskir Vígdis hjartaliga til lukku við nýggja starvinum

 

Mest lisið hesa vikuna

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

Í gjár kl. 17:23

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35