Ongi úrslit

Víkingur ber eysturbúgvum hugalig ólavsøkutíðindi

Felagið váttar, at sáttmáli er undirskrivaður við venjaran, sum eisini trý tey næstu árini verður Jóhan Petur Poulsen

vikingur.fo
3 tímar síðan

Víkingur skrivar soleiðis í kvøld:

Vit hava sera góð tíðindi í kvøld, nú vit hava tryggjað okkum høvuðsvenjaran í trý ár afturat.

Tað er ikki ov nógv sagt, at kallað Jóhan Petur Poulsen drívkraftina aftanfyri menningina í okkara felagið. Gamaní eru tað nógv, ið taka tøk, men heilin aftanfyri er ein lítilátin toftamaður, ið gongur á odda við hørðum og miðvísum arbeiði.

Vit kenna øll søguna um Jóhan Petur. Hann kom til felagið í 2015 og er í gongd við sítt 12. kappingarár. Fyrst sum venjari hjá næstbesta liðnum, og síðani besta liðnum, har hann hevur avrikað sera væl.

Vit ynskja framvegis at liggja í toppinum í føroyskum fótbólti, samstundis sum at vit seta okkara egna fólk við, og hetta hava vit megna við Jóhan Peturi á odda. At hann eisini hevur áhugað og leggur arbeiði í restina av felagnum, styrkir um heildina.

Umframt at vera hartarbeiðandi og miðvísur, er Jóhan Petur er seriøsur, nærlagdur og sera væl skipaður. Hetta smittar av niðureftir, og hansara máti at arbeiða uppá samsvarar sera væl við málsetningin hjá felagnum, og tí eru vit sera fegin um at samstarvið heldur fram.

Tillukku til okkum øll, og takk fyri at tú enn einaferð hevur valt ljósablátt JPP, skrivar Víkingur í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

24. juli kl. 08:52

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

Bønarløta á Oyggjarvegnum

10 tímar síðan

Sigmundur Mørkøre: Vil heldur broyta Føroyar enn flyta av landinum

Í gjár kl. 11:00

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30