Ongi úrslit

Víkingur eigur flestar á hesum landsliðnum

U-17: EM-undankapping og venjingardystur ímóti Japan eru á skránni

Rósing Sverrason Toyt úr Víkingi er millum teir 18, ið er úttikin til U17-landsliðið, sum seinni í mánaðinum fer til EM-undankapping á Kýpros - Mynd: Hans Erik Danielsen
fsf.fo/Hans Erik Danielsen
2 tímar síðan

Víkingur eigur fimm av teimum 18 spælarunum, sum hava fingið landsliðsboð at vera við, tá ið U-17 liðið hjá dreingjum um mánaðarskiftið fer suður á Kýpros at spæla tríggjar landsdystir.

FSF skrivar soleiðis:

 

Tveir EM-undankappingardystir, umframt ein venjingardystur ímóti Japan, eru á skránni, tá U17-landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum leggur leiðina til Kýpros.

Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum seinni í mánaðinum fer til Kýpros, har EM-undankapping er á skránni.

Føroyar eru í bólki 13, saman við Kýpros og Rumenia.

Umframt tveir EM-undankappingardystir, skal føroyska liðið eisini spæla ein venjingardyst, sum verður ímóti Japan.

Hópurin
Tobias Mcleod í Hjøllum, B36
Carl Christian Codron, B36
Filip B. Laursen, B36
Marius Jónsson, EB/Streymur
Bogi Augustinussen, FC Suðuroy
Oliver Joensen, FC Suðuroy
Filip Jovevic, ÍF
Emil Poulsen Linklett, KÍ
Andrew Poulsen, KÍ
Markus í Mittúni, KÍ
Elias Justinus Begerau, Skála
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Fróði Juul Jarnskor, Víkingur
Boas á Reynatrøð, Víkingur
Emil Ludvig Jacobsen, Víkingur
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
Tristan Hentze, Viborg FF (Danmark)

Dystaskráin
27. okt. Føroyar – Rumenia
30. okt. Kýpros – Føroyar
2. nov. Japan – Føroyar (venjingardystur)

 

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

14. oktober kl. 08:42

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

14. oktober kl. 11:54