Ongi úrslit

Víkingur fer at keypa nakrar spælarar

Tað er greitt, at Arnbjørn Svensson verður ikki við næsta ár, og tað er sannlíkt, at onkur av teimum ungu fer at landinum at royna seg

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Hann var fegin, men sær sjálvum líkur so hevði Brandur Jacobsen bæði beinini á jørðini, tá ið síðsta bríksl ljóðaði á Tórsvølli, og máltalvan vísti, at Víkingur hevði vunnið 2-0 móti KÍ.

-Hetta var sjeyndi steypasigurin hjá okkum, so vit hava royndir í at spæla finalur. Í fjør taptu vit 2-0 móti KÍ, og bæði tá og eisini hesa ferð varð KÍ roknað at vera favorittur, sigur Brandur Jacobsen.

Ein av ungu monnunum á miðvøllinum hjá Víkingi, Arnór Brandsson, er sonur formannin.

Er tað ikki serligt at eiga son á vøllinum í so týdningarmiklum dysti?

-Arnór er róligur av lyndi, og hann hevur bæði beinini á jørðini. Tað haldi eg meg eisini hava, men jú tað kendist serligt, at sonurin var á vinnandi liðnum, sigur Brandur Jacobsen.

Tá ið tosað verður um Víking og framtíðina, so undirstrikar formaðurin, at tað er sera týdningarmikið, at tað framvegis verður soleiðis, at lokali samleikin fer at bera liðið:

-Tað vóru millum 1200 og 1500 áskoðarar úr Eysturkommunu kring Tórsvøll. At eini 60 prosent úr einari kommunu møta upp til finaluna man vera tætt við at vera heimsmet.

Fara tit at styrkja liðið við nýggjum spælarum, nú tað er greitt, at tit næsta summar fara at spæla í Europa?

-Vit hugsa alla tíðina um, hvussu vit skulu optimera liðið, og tá er alla tíðina týdningarmikið, at vit ikki missa lokala samleikan. Men tað sigur seg sjálvt, at tá ið gjøgnumtrekkurin er so stórur, sum hann síðstu tíðina hevur verið, so verður neyðugt við nýggjum spælarum. Fleiri eru farnir aðrastaðni at royna seg, og vit kenna alla tíðina, at útlendsk feløg hava eyguni við ungu spælarunum hjá okkum. Sølvi er 40 ára gamal, og spurningurin er, hvussu leingi hann fer at spæla, og so sær tað út til, at ein av lyklaspælarunum seinastu árini, miðverjin Arnbjørn Svensson, ikki verður við næsta ár, tí hann fer at landinum. So tað verður helst neyðugt, at vit fáa nakrar nýggjar spælarar, sigur Brandur Jacobsen formaður í Víkingi.  

Mest lisið hesa vikuna

ES-tinglimir hótta Føroyar við stuðli vegna grindadráp

3. sepember kl. 18:05

Lutfalsliga nýtt gentunavn var best umtókt í fjør

1. sepember kl. 11:10

Deyðiligur vandi á gongubreytini

22 tímar síðan

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

19 tímar síðan

Tingmaður úr samgonguni roynir at skunda undir at fáa tunnil til Vestmanna

2. sepember kl. 11:03

Tekur undir við heilsumiðstøðirnar í Suðuroy verða lagdar saman

4. sepember kl. 09:50