Klokkan 18.30 í kvøld verður fyrsti dystur í 14. umfari í Meistaradeildini. Víkingur fær vitjana v KÍ, ið er einasta liðið, sum er ósigrað. KÍ hevur saman við NSÍ 29 stig, og Víkingur er fjórða plássi við 21 stigum. B36 er á triðja plássi við 26 stigum.
Meðan Víkingur mest sum hevur verið við í toppinum, síðani felagið varð stovnað í 2008, so var tað ikki fyrr enn í 2019, at KÍ av álvara aftur blandaði seg í toppstríðið, og síðani hava klaksvíkingar verið í toppinum. Hesi árini hevur KÍ vunnið FM í 2019, 2021, 2022, 2023 og 2025.
Víkingur vann FM í 2016 og 2017 og aftur í 2024, tá ið tað eydnaðist teimum í Eysturkommunu at steðga KÍ sigursrøðini.
Fyrsta grannauppgerðin í ár var í Klaksvík 6. apríl. Tá vann KÍ 1-0, og Patrik Johannesen varð málskjútti. Hetta var í fjórða umfari, og tá ið KÍ í fimta umfari vann 6-1 á heimavølli ímóti B68, fór Patrik Johannesen skaddur av vøllinum. Hann hevur ikki spælt síðani, og hann verður neyvan við aftur í ár.
Síðani 2019 og fram til 2025 dystaðust Víkingur og KÍ 21 ferðir í landskappingini. Tølini hjá FaroeSoccer siga, at KÍ hetta tíðarskeiðið vann 14 landskappingardystir, at Víkingur vann tríggjar landskappingardystir, og at tað fýra ferðir endaði javnt.
Tølini siga eisini, at Víkingur undanfarnu sjey árini bara einaferð er farið av vøllinum í Sarpugerði við fullari úrtøku. Tað var 11. august í 2023, at Víkingur vann 2-1 hetta fríggjakvøldið, tá ið klaksvíkingar vóru nógv upptiknir av at vinna seg í europeiskt bólkaspæl. Málskjúttar hjá Víkingi fyrsta korterið hetta kvøldið vóru Olaf Bárðarson og Poul Kallsberg, sum nú royna seg í ávikavíst norkum og donskum fótbólti. KÍ málskjútti, tá ið tað restaði eitt korter var Páll A. Klettskarð, sum framvegis er fremsti KÍ álopsspælarin.
Víkingur – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30
KÍ Víkingur | Víkingur KÍ | |
2019 | 2 0 | 2 2 og 1 3 |
2020 | 4 1 | 1 2 og 1 3 |
2021 | 3 0 | 1 2 og 1 1 |
2022 | 1 0 | 0 0 og 1 2 |
2023 | 2 0 og 1 2 | 2 1 |
2024 | 2 1 og 0 2 | 1 2 |
2025 | 2 0 og 0 0 | 0 1 |
Kelda: FaroeSoccer
KÍ | 13 | 8 | 5 | 0 | 29 | 9 | 29 |
NSÍ | 13 | 9 | 2 | 2 | 26 | 13 | 29 |
B36 | 13 | 7 | 5 | 1 | 25 | 13 | 26 |
Víkingur | 13 | 5 | 6 | 2 | 17 | 11 | 21 |
AB | 13 | 5 | 3 | 6 | 20 | 21 | 17 |
HB | 13 | 4 | 3 | 6 | 17 | 21 | 15 |
EB/Streymur | 13 | 3 | 3 | 7 | 13 | 19 | 12 |
B68 | 13 | 3 | 3 | 7 | 17 | 32 | 12 |
Skála | 13 | 2 | 4 | 7 | 12 | 19 | 10 |
07 Vestur | 13 | 2 | 1 | 10 | 8 | 26 | 7 |