Hesi seinastu árini er nígv tøkni ment, sum hevur tað til endamáls at gera tað tryggari hjá búfólkum á ellis- og røktarheimum.
Og nú skal Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum, greiða frá, hvat hon ætlar at gera við tað í Føroyum.
Tað er Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, sum hevur reist spurningin um at fáa meiri tøkni av hesum slagi inn á ellis- og røktarheim.
Hon vil hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvussu tað hevði ávirkað trygdina hjá búfólkum. hvussu tað hevði ávvirkað arbeiðsumstøðurnar og trvivnaðin hjá starvsfólki, og hvussu tað hevði ávirkað raksturin á eldraøkinum.
Vanlig tøkni av hesum slagi, sum verður umrøtt av og á, er at sta gps á summi eldri, eitt nú fólk við demensi, so at tað altíð ber til at vita, hvar tey eru.
Onnur sløg av tøkni siga frá um eldri fólk fata upp um náttina, um tey detta og so framvegis.
– Nýggj tøkni kann skapa fyritreytir fyri, at tað bæði er tryggari og virðiligari at vera búfólk á ellisheimi, sigur Fía Selma Nielsen.
Hon leggur afturat, at oí nógvum førum, kann nýmótans tøkni eisini gera, at eldri kunnu verða búgvandi heima longur.
Hon sigur, at harafturat kann nýggj tøkni lætta um hjá starvsfólkum
Búskaparráðið hevur í fleiri umførum víst á, at tað er neyðugt at lækka kostnaðurin fyri hvørt búfólk á ellis- og røktarheimum.
– Ein liður í hesum kann vera at brúka trygdarskapandi vælferðartøkni meira, sigur Fía Selma Nielsen.
Fyri at vælferðartøkni kann brúkast meira er allarhelst neyðugt við broytingum í lógini um tvingsil, heldur hon.
Hon vísir á at danir, og onnur grannalond, hava nógv lagaligari treytir um at brúka tøkni av hesum slagi.