Ongi úrslit

Vil hava tølini fyri um tað er bíligari hjá Landsverki at gera tunlar enn at bjóða teir út

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Hesi seinastu nógvu árini eru teir tunlar, sum eru gjørdir, bjóðaðir út til privatar fyritøkur at gera.

Men við nýggjasta tunlinum, Dalstunlinum var øðrvísi, tí tað var fólk hjá Landsverki, sum gjørdi hann.

Tað hevur leingi verið eitt stríðsmál um, hvør máti er tann betri. Er tað bíligari at lata Landsverk gera tunlar heldur enn at bjóða teir út?

Og nú vil Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í samferðslumálum, at leggja tølini á borðið.

Høgni Hoydal sigur, at nú sær út til at samgongan er komin til ta niðurstøðu at Landsverk, og almenn bygging, er ein vansi fyri samfelagið.

Hann sipar til, at nú verður verkætlanardeildin hjá Landsverki niðurløgd.

Og tí heldur Høgni Hoydal, at tað kundi verið áhugavert at fingið tølini á borðið:

Tí vil hann eina útgreining fyri, hvussu arbeiðið upp á Dalstunnilin hevur gingið, og hvar Dalstunlinum hevur kostað aftur ímóti øðrum tunlum, sum eru gjørdir hesi 8 - 9 árini, og sum eru bjóðaðir út til privatar fyritøkur at gera.

Her hugsar hann um Fámjinstunnilin, Hvalbiartunnilin og tunlarnir Norður um Fjall. Og hann vil hava øll tøl á borðið so at kostnaðurin kann samanberast ordiliga, bæði vegarbeiði í sambandi við tunlarnar, maskinur, sum Landsverk hevur keypt, hvat er goldið til privatar veitarar og hvat kostaði tað - og um talan er um føroyskar ella útlendskar fyritøkur.

Mest lisið hesa vikuna

Myndir-Sjómannadagurin 2026

22. august kl. 23:20

Føroysk sparibússa funnin á Jan Mayen - eftir 57 ár

24. august kl. 08:20

Løgreglan tók sjey prutl í einum

23. august kl. 09:22

Útlendingur fongslaður fyri at at stjala úr trimum handlum í Havn og í Eysturoy

22. august kl. 09:18

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

21 tímar síðan

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01