Á býráðsfundinum í gjár var eitt mál til viðgerar, ið býráðslimir hildu vera undarligt, og summir býráðslimir hava ikki upplivað hetta áður.
Upprunin til málið er, at býráðið skal velja ein nevndarlim og ein varalim í nevndina fyri Visit Tórshavn, ella Felagið Tórshavn.
Í nevndini í Felagnum Tórshavn eru fimm limir, ið sita tvey ár í senn. Annaðhvørt ár standa tveir nevndarlimir fyri vali, og annaðhvørt ár standa tríggir limir fyri vali.
Tveir nevndarlimir verða valdir beinleiðis av Tórshavnar býráði, og tríggir limir verða valdir á aðalfundi í Felagnum Tórshavn.
Men tað er ein treyt, at báðir nevndarlimir, býráðið velur, og tveir av nevndarlimunum ið Felagið Tórshavn velur, skulu verða fólk, sum eru leiðarar ella stjórar í ferðavinnuni, handilsvinnuni, matstovuvinnuni og ella aðra vinnu, sum hevur ein viðkomandi leiklut í ferðavinnuni.
Í fjør valdi meirilutin í býráðnum teir báðar nevndarlimirnar hjá býráðnum og í ár er tað so minnilutin, sum skal velja tveir nevndarlimir
Og minnilutin hevur gjørt av at velja Súsannu Sondum sum fastan lim í nevndina, og Geir Wardum sum tiltakslim.
Men síðani eru tey gjørd varug við at tey bæði lúka ikki krøvini til nevndarlimir tí tey eru ikki leiðarar ella stjórar í ferðavinnuni, handilsvinnuni, matstovuvinnuni, ella aðrari vinnu, sum hevur ein viðkomandi leiklut í ferðavinnuni.
Tí varð lagt upp til, at minnilutin skuldi velja tveir aðrar limir á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
Men tað noktaði minnilutin, tí tey standa fast við avgerðina. Og tað vóru øll hini í býráðnum púra samd í, tí tey eru samd um, at tey bæði eru sera væl skikkað at sita í nevndini.
Býráðslimir vóru samdir um, at hetta var serstakliga undarligt, og tey høvdu ikki upplivað slíkt áður.
Tróndur Sigurðsson sigur, at tað er undarligt, at bæði gartnarar, blómubindarar, timburmenn, og onnur, kunnu vera nevndarformenn í Sev, men fólk, sum hava verið virkin í ferðavinnuni, kunnu ikki vera nevndarlimir í Visit Tórshavn.
Annita á Fríðriksmørk legði afturat, at tá ið hon var fólkaskúlalærari, var hon varalimur í nevndin i fyri Visit Tórshavn - og tað segði eingin nakað um.
Tí samtykti býráðið einmælt at halda fast um nevndarlimirnar. Men samstundis varð eisini samtykt at broyta viðtøkurnar fyri Visit Tórshavn.