Ongi úrslit

Vilja hava bilførarar hugsa um kenningina kvøldið fyri

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Nú jólahøgtíðin og nýggjarshaldið er fyri framman, er tað eisini tann árstíðin, har eina mest verður drukkið.

Og tað fær Ráðið Fyri Ferðslutrygd at koma við eini ávaring. Samstundis eru tey eisini farin í samstarv við løgregluna um at hava eitt vakið eyga við bilførarum, sum koyra ávirkaðir av rúsdrekka, ella av rúsevnum.

Øll hava hoyrt, og tað ofta eisini, at rúsur og bilkoyring hoyra ikki saman. og tey flestu eru eisini samd um, at tað verður ikki góðtikið, at bilførarar koyra rúsaðir. Men kortini hendur tað meiri enn so, at løgreglan tekur onkran, sum koyrir við kenning.

– Men vit eru ikki so von við at tosa um dagin eftir, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.

– Hvussu er, tá ið tú fert til bakaran at keypa morgunbreyð klokkan 8, Ella fer at koyra børnini til eitt ítróttartiltak klokkan 10, spyr Ráðið Fyri Ferðslutrygd.

Tí heita tey staðiliga á bilførarar at hugsa um, eftirbrennaran, sum løgreglan onkuntíð kallar tað á mannamunni. Tað er, at rúsdrekka er nógv longri í blóðinum enn nógv geva sær far um, men tað eru nógvir bilførarar, sum hava lumpað seg, tí teir hava koyrt dagin eftir eina veitslu, og so verða teir tiknir fyri rúsdrekkakoyring.

– Hvussu nógv fór niðurum kvøldið fyri? Hvussu nógvir tímar er tað síðani at tú drakk tað síðsta glasið? Hvussu troyttur, ella troytt, ert tú?

Tað merkir, at Ráðið Fyri Ferðslutrygd heitir á bilførarar um at hugsa um, hvat teir drukku kvøldið fyri

– Desembur nærkast í hvørjum, og fyrstu jólaperurnar eru langt síðani hongdar upp. Tað merkir eisini nógv jólaborðhald eru, og tá eru tað mong, sum smakka sær á. Tí er sera hóskandi at minna á, at rúsur og ferðsla hoyra ikki saman, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.

Hyggjuráðini eru at lata bilin standa, um tú ætlar at smakka tær á, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.

– Og minst til eisini at ansa eftir dagin eftir, tí tú eigur nevniliga at lata bilin standa longur enn tú kanska hugsar um, siga tey.

Tað ber ikki til at siga akkurát nær, tað er ráðiligt at koyra bil aftur, eftir at tú hevur drukkið, tí tað er ymiskt, hvussu skjótt fólk brenna alkohol - eitt nú hevur vekti og kynið nógv at siga.

– Ein vaksin maður, sum vigar 80 kilo, fer ikki at brenna alkohol fyrr enn umleið 45 minuttir eftir tað fyrsta glasið. Síðani tekur tað einar 75 minuttir at brenna hvørja alkoeind. Ein alkoeind er eitt glas av víni ella ein vanligur pilsnari.  

– Helt tú leingi á um náttina og drakk nógv, kanst tú kanska ikki koyra fyrr enn út á seinnapartin dagin eftir, annars er tað at koyra við kenning.

Hetta átakið, sum Ráðið Fyri Ferðslutrygd og løgreglan fara undir, heldur fram til á nýggjárið og hesa tíðina fer løgreglan at gera serliga nógv burtur úr at kanna um bilførarar eru edrúir.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

Í gjár kl. 21:03

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

6 tímar síðan

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

20. november kl. 07:45

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20