Eldrarøktin kring landið arbeiðir nú við eini ætlan um at fáa fleiri sjálvboðin inn á ellis- og røktarheim, og aðrar eldrastovnar, at hjálpa til.
Ætlanin er at byrja í smáum við at seta eina slíka skipan í verk í Gøtubrá í Gøtu. Tá ið hon er roynd í verki, er endamálið at breiða hana út um alt landið.
Av tí sama hava avvarðandi hjá teimum, sum eru í eldrarøktini, Nánd, nú fingið skriv, har heitt verður á tey um at hjálpa til við ymsum praktiskum.
Nánd er eldrasamstarvið hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, har Gøtubrá er ein av stovnunum.
Ætlanin er ikki, at avvarðandi, og onnur sjálvboðin, skulu hjálpa til í sjálvari røktini, men ætlan er heldur at fáa tey at taka lut í arbeiðnum at bøta um trivnaðin hjá búfólkunum.
Men eisini tað fer at lætta munandi um hjá starvsfólkunum tí tey fara at fáa betri umstøður at taka sær av røktini.
Endamálið er sostatt ikki at spara starvsfólk burtur, men tvørtur ímóti at lætta um hjá teimum og at bøta um trivnaðin hjá búfólkunum.
Tískil kunnu uppgávurnar hjá teimum avvarðandi vera at ganga túrar við teimum eldru, at hjálpa til við máltíðum, seta á borðið eta saman teimum eldru, práta við tey og at taka av borðinum aftur.
Nánd sigur í skrivinum til tey avvarðandi, at ein tanki er, at tey kundi gjørt okkurt av hesum tá ið tey kortini eru á stovninum og vitja onkran av sínum.
Les meiri í Dimmalætting, sum er í sølubúðunum hetta vikuskiftið