Tað verður ikki á hesum sinni, at tað verður bíligari hjá fólki við lágum inntøkum at fáa hita í bústaðin og heitt vatn úr krananum. Tað er greitt tí samgongan tekur ikki undir við uppskotinum og fer at fella eitt uppskot frá Tjóðveldi og Sjálvstýri um at hækka orkuískoytið.
Uppskotið varð lagt fram nú oljuprísirnir eru farnir munandi upp og tað rakar fólk við lægri inntøku meint.
Tí er endamálið við uppskotinum hækka hetta orkuískoyti. Nú er tað 5.000 krónur, men tey skjóta upp at hækka tað upp í 12.000 krónur.
Men hesum tók samgongan ikki undir við og tí feldu tey uppskotið.
Tey vísa á, at vit hava fleiri hjálparpakkar, har fólk hava fingið einganga upphæddir. í 2022 varð oljuískoyti upp á 10.000 krónur sett í verk, hjálparískoytið fyri 2023 var 12.000 krónur og vit hav eitt orkuískoyti fyri 2024 - 2026, sum var ávikavist 10.000 krónur, 5.000 krónur og 5.000 krónur.
Samgongan heldur ikki, at hetta við eingangsupphæddum er rætta loysnin til at basa hesum afturvendandi trupulleika.
– Hesar eingangsupphæddir verða bara settir eftir inntøku og ogn hjá fólki og ikki eftir fíggjarliga rásarúminum hjá teimum.
Harafturat er ongin grundgeving fyri, hví upphæddin, sum nú er 5.000 skal hækka júst upp í 12.000 krónir, ella 140 prosent - og hvørki meira ella minni.
– Núverandi skipan við ískoytum kann ikki halda fram, og endin kann vera at nýggj ískoyti skulu samtykkjast á hvørjum ári, sigur samgongan.
Tó eru aðrar veitingar, sum helst fara at koma hesum málbólki tilgóðar. Eitt nú er lestrarstuðulin hækkaður 1.000 krónur um mánaðin og fólk, sum búgva til leigu, og ikki tjena so nógv, fáa upp í 1.500 krónur um mánaðin í leigustuðuli.
Somuleiðis verður arbeitt verður við at hækka inntøkumarkið fyri, hvussu nógv pensjónistar kunnu tjena, uttan at pensjónin lækkar.
Somuleiðis fer barnafrádrátturin at hækkar stigvíst hesi næstu árini. – Sostatt eru tiltøk sett í verk, og fleiri eru á veg fyri at bøta um fíggjarstøðuna hjá teimum, sum hava lágar inntøku.
Samanumtikin heldur meirilutin ikki, at skipanin við orkuískoyti er tann rætta loysnin.
– Landsstýrið fylgir væl við gongdini støðuni og halda prísirnir á olju fram at hækka, og støðan gerst varandi, fer landsstýrið í heyst at taka støðu til, um hjálp skal veitast hjálp til tey, sum eru fíggjarliga sperd.
Tinglimir í samgonguni halda ikki, at tað ber til at bíða við at seta tiltøk í verk, tí tað er beint nú at fólk hava brúk fyri eini hjálpandi hond.