Ongi úrslit

Vilja tryggja sær at spillvatn fer til havs - og ikki endar aftur inni í fjøruni

Áki Bertholdsen
5. mai kl. 11:24

Tórshavnar býráð ætlar sær nú undir at kanna rákið í Nólsoyarfjørði.

Endamálið er tryggja, at spillvatn, sum verður latið á sjógv frá húsum, stovnum og virkjum í Havn, fer til havs og ikki endar aftur inni í fjøruni.

Endamálið er at tryggja, at bæði verandi og komandi havleiðingar verða lagdar og øki við støðugum og nøktandi botnráki, sum førir spillivatnið burtur frá landi so at tað verður tynt á nøktandi á nøktandi hátt.

Arbeiðið verður mett at kosta kr. 680.000.

Býráðið sigur av royndum, at avleiðingin av at vit vita ov lítið um rákið í Nólsoyarfjørði er, at leiðingar við spillivatni verða lagdir soleiðis, at spillvatnið ikki verður ført til havs, men verður liggjandi ikki við land - ella enntá rekur inn aftur á land.

Tí er neyðugt at hava eitt álítandi grundarlag fyri at meta um, hvussu leiðingarnar skulu leggast, og um verandi leiðingar skulu leggjar longur út.

Rák-kanningarnar skulu tí brúkast sum grundarlag fyri at meta um, antin verandi leiðingar liggja sum teir eiga, ella um tørvur er á at broyta tær, ella leingja teir, so at tær røkka út í øki við har rákið er betri.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Komunulistan, og limur í fíggjarnevndini hjá býráðnum, tekur ikki undir við hesum tí tey siga, at kanningar vórðu gjørdar tá ið Tórshavnar Havn varð bygd út.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

Í gjár kl. 15:30

Tveir sóu reytt í fyrsta málleysa javnleikinum í 28 ár

3. juli kl. 20:47