Ongi úrslit

Vinnan krevur støðufesti: Óvissan úti í heimi rakar føroyskar fyritøkur

Føroya Arbeiðsgevarafelag eftirlýsir greiðar og støðugar vinnukarmar, nú kríggj, prísvøkstur og broytt handilsviðurskifti skapa vaksandi óvissu.

© Facebook.
Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Støðufesti er avgerandi, skulu føroyskar fyritøkur tora at leggja langtíðarætlanir, gera íløgur og skapa nýggj arbeiðspláss. Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag í nýggju ársfrásøgnini.

Óvissan úti í heimi er vaksin. Geopolitiskur spenningur, kríggj, prísvøkstur, veikari altjóða búskapargongd og broytt handilsviðurskifti raka føroyskar fyritøkur, sum virka í einum lítlum og opnum búskapi.

Felagið heldur tí, at politiska skipanin eigur at tryggja støðugar og kappingarførar karmar her heima.

Óvissan ger íløgur truplari

– Í ótryggum tíðum er einfaldni og støðufesti ein styrki, skrivar Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Sambært felagnum mugu skattir og gjøld ikki hækka so nógv, at føroyskar fyritøkur fáa verri kappingartreytir enn fyritøkur í grannalondunum.

Umsitingarligu krøvini eiga eisini at vera greið, einføld og rímilig. Tung umsiting tekur tíð, orku og tilfeingi frá rakstri, menning, nýhugsan og nýskapan.

Karmarnir mugu røkka fleiri ár fram

Føroya Arbeiðsgevarafelag ávarar eisini ímóti ov stórum vøkstri í almennu útreiðslunum. Tað kann leggja trýst á búskapin, skattatrýstið og arbeiðsmarknaðin og harvið skerja møguleikarnar hjá privatu vinnuni at vaksa og gera íløgur.

– Fyritøkur taka avgerðir við atliti at fleiri árum fram í tíðina. Tí hava tær tørv á góðum og greiðum politiskum kørmum, so tað ber til at leggja ætlanir langt fram í tíð, stendur í ársfrásøgnini.

Mest lisið hesa vikuna

Ávara ímóti einum slagi av nudlum

11. juni kl. 10:25

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

15 tímar síðan

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07