Vitlíki er longu farið at broyta arbeiðshættir og arbeiðsuppgávur. Nú verður evnið tikið upp til kjaks á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum, skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Ulla Joensen, Jaspur Højgaard, Tóri Slættalíð og Kristian Eli Zachariasen fara at skifta orð um møguleikar og avbjóðingar á vitlíkisøkinum.
Tey fara eisini at umrøða, hvussu størv og arbeiðsuppgávur kunnu broytast, hvørjar førleikar tørvur verður á, og hvørji atlit arbeiðsgevarar eiga at hava.
Ítøkilig stig skulu á borðið
Kjakið skal ikki bara snúgva seg um framtíðina. Luttakararnir skulu eisini vísa á, hvørji stig landið eigur at taka, og hvat fyritøkurnar sjálvar kunnu gera longu nú.
Endamálið er at gagnnýta møguleikarnar í vitlíki, menna neyðugu førleikarnar og standa sterkari í broytingunum, sum eru fyri framman.