Ongi úrslit

Vinnuforum 2026: Leiðsla, broytingar og seks søgur úr føroyskum vinnulívi

Vinnuforum verður aftur í Kongshøll 2. oktober við høvuðsinnleggi um leiðslu og seks stuttum framløgum úr føroyskum vinnulívi.

© Tórshavnar kommuna.
Tórshavnar kommuna og Hugskotið skipa fríggjadagin 2. oktober aftur fyri Vinnuforum í Kongshøll.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Tórshavnar kommuna og Hugskotið skipa fríggjadagin 2. oktober aftur fyri Vinnuforum í Kongshøll. Í ár verður sjóneykan sett á leiðslu, broytingar, vinnumøguleikar og fólk og fyritøkur, sum hava sett nakað í gongd og skapað úrslit.

Tá leiðarar hugsa ov nógv

Kristian Eli Andersen hevur høvuðsinnleggið. Við støði í bókini Når ledere tænker for meget fer hann at viðgera, hvussu stúran, ivi og føst tankamynstur kunnu ávirka avgerðir, samstarv og trivnað á arbeiðsplássinum.

Hann setur eisini spurningin, nær nýggjar ætlanir og broytingar skapa veruligt virði – og nær tær flyta fokus frá tí, sum longu riggar.

Eftir høvuðsinnleggið verða seks stuttar framløgur úr føroyskum vinnulívi. Umboð fyri millum annað Klintra, Reforma Pilates, Seafacts Solutions, Visit Faroe Islands og Grønu Matveitingina fara at greiða frá royndum, møguleikum og avbjóðingum.

Vinnuforum verður klokkan 13.00–15.30. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at melda til.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðiligur vandi á gongubreytini

5. sepember kl. 17:45

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

LGBT – SERVIÐGERÐ ?

5. sepember kl. 20:34

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06