Vinnufyritøkur, virki og stovnar í Suðuroy hava stovnað eitt felag áhugafelag, nevniliga Suðuroyar Vinnulívsfelag.
Nøkur virki hava longu teknað seg um lim í felagnum.
Á stovnandi aðalfundinum vórðu viðtøkur samtiknar, og nevnd vald at stjórna felagnum. Vald vórðu fimm limir og tveir eykalimir:
Nevndarlimirnir eru Kristian Stórhamar, sum eisini er formaður, Rakul Borg Brattaberg, Ragnar West, Filip Hammer og Tórður Thomsen
Eykalimir eru Ólavur Bjarkhamar og Arosiak Hammer.
Tey siga í tíðindaskrivi, at semja er um, at tørvur er á einum virknum vinnulívsfelag í Suðuroynni, sum kann virka fyri fjølbroyttu vinnuni í oynni. Endamálið við felagnum er at geva vinnulívsfólki í oynni høvi at møtast regluliga, og fáa íblástur og stuðul frá hvørjum øðrum.
Ætlanin er at skipa fyri nøkrum limatiltøkum og longu nú er gjørt av at halda tvey vinnuting við framløgum av ymsum slagi, umframt øðrum. Tað fyrra verður 25. septembur og tað seinna verður 6. novembur.