Ongi úrslit

Virðislønir M.A. Jacobsens 2026: Fýra mentanarvirðislønir verða handaðar í Finsen

Hósdagin verða Virðislønir M.A. Jacobsens 2026 handaðar í Tórshavn. Fýra virðislønir verða latnar fyri bókmentir, barnamentan og mentanaravrik.

© Tórshavnar kommuna.
Frá handanini í 2025.
Edmund Jacobsen
26. sepember kl. 18:00

Virðislønir M.A. Jacobsens fyri 2026 verða handaðar hósdagin 1. oktober klokkan 17 í Auluni í Finsen í Tórshavn. Tiltakið er ókeypis.

Í ár verða fýra virðislønir latnar: fyri barnamentan, fagurbókmentir, yrkisbókmentir og annað mentanaravrik.

Borgarstjórin handar virðislønirnar

Kvinnukórið Fljóðljóð syngur undir hátíðarhaldinum. Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, bjóðar vælkomin, og Elsa Berg, borgarstjóri, handar virðislønirnar.

Virðislønir M.A. Jacobsens hava røtur aftur til 1958, tá Tórshavnar býráð stovnaði virðislønina. Endamálið er at heiðra fólk fyri týdningarmikil bókmentalig og mentanarlig avrik. 

Fýra vórðu heiðrað í fjør

Í 2025 fekk Marjun Syderbø Kjelnæs virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri skaldsøguna Marta Marta. Kinna Poulsen fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir fyri bókina Í eygnahædd. Um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld. 

Hans Tórgarð varð heiðraður fyri mentanaravrik, meðan Elin á Rógvi fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri bókina Fornt.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15

Leigunevndin: Útleigari má rinda alt depositumið aftur

5. november kl. 12:30