Ongi úrslit

Vitlíki broytir miðlarnar: Norðurlendskir serfrøðingar hittast í Havn

Hvussu fer vitlíki at broyta journalistikkin og føroysku miðlarnar? Tað verður høvuðsevnið á ráðstevnu í Havn fríggjadagin.

Vitlíki broytir journalistikkin: Fríggjadagin hittast føroyskir og norðurlendskir serfrøðingar í Smæruni í Havn at viðgera framtíðina hjá miðlunum.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Fríggjadagin 6. november hittast føroyskir og norðurlendskir serfrøðingar í Smæruni í Havn at viðgera, hvussu vitlíki broytir miðlarnar, og hvussu tøknin kann brúkast á ein ábyrgdarfullan hátt.

Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið skipa fyri ráðstevnuni Miðlar & vitlíki 2026, har royndir frá norðurlendskum miðlum verða settar í samband við tær avbjóðingar, sum føroyskir miðlar standa fyri.

Stórir miðlar greiða frá sínum royndum

Millum fyrilestrarhaldararnar er danski journalisturin og rithøvundurin Ida Ebbensgaard, sum hevur starvast hjá DR, Berlingske og Zetland. Hon fer at lýsa, hvussu vitlíki broytir miðlarnar og samfelagið.

Hrefna Lind Ásgeirsdóttir, sum er stjóri fyri talgildari menning hjá íslendska kringvarpinum RÚV, fer at greiða frá arbeiðinum við vitlíki í einum norðurlendskum almennum kringvarpi.

Lasse Funder Andersen, sum stendur á odda fyri arbeiðinum við vitlíkisloysnum í tíðindadeildini hjá DR, fer eisini at greiða frá ítøkiligum royndum.

Svenski tøknijournalisturin Mats Lewan fer at viðgera, hvussu miðlarnir kunnu taka nýggju tøknina til sín uttan at missa menniskjaliga dømingarevnið og ábyrgdina.

Føroyska framtíðin á breddan

Føroyska vitlíkisætlanin verður eisini umrødd. Jaspur Højgaard, ráðgevi hjá VILT – Vitlíkistænastuni, fer at greiða frá, hvar Føroyar standa, og hvørji næstu stigini verða.

Íslendski íverksetin Hjálmar Gíslason fer at lýsa, hvørjar avgerðir smá samfeløg standa framman fyri í tøkniligu menningini.

Seinnapartin fáa fimm til seks føroyskir luttakarar orðið, áðrenn ráðstevnan endar við felags kjaki.

Ráðstevnan verður frá klokkan 9 til 15. Luttøkan er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til. Pláss er fyri 120 fólkum, og til ber eisini at fylgja við á netinum.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

6 tímar síðan

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42