Ongi úrslit

Vitlíki og skúlin: Føroyar á altjóða ráðstevnu

Fyri fyrstu ferð nakrantíð vóru Føroyar umboðaðar á heimsins størstu ráðstevnu fyri útbúgvingarmálaráðharrar – og eitt evni tók serliga yvir: vitlíki.

Edmund Jacobsen
21. mai kl. 08:36

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, luttók á Education World Forum í London saman við umboðum úr 135 londum.

Á ráðstevnuni varð dentur lagdur á, hvussu vitlíki longu nú broytir undirvísing og setir nýggj krøv til bæði skúlar og lærarar. Samstundis eru nógv lond framvegis ótrygg við, hvørjar avleiðingar tøknin kann fáa fyri komandi ættarlið.

Vitlíki gjørdist høvuðsevnið

Education World Forum varð hildið í London frá 17. til 19. mai. Í ár luttóku 125 ráðharrar og umboð úr 135 londum. Tað var enska útbúgvingarmálaráðfrúan, Bridget Phillipson, sum hevði boðið føroyska landsstýrismanninum við. Ráðstevnan varð sett av Nobelvinnaranum og útbúgvingarstríðskvinnuni Malalu Yousafzai.

Føroyar knýta altjóða sambond

Umframt kjakið um vitlíki hevði Bárður á Lakjuni fundir við fleiri starvsfelagar, millum annað Bridget Phillipson úr Onglandi, Baroness Smith of Malvern og Paul Givan úr Norðurírlandi. Sambært Mentamálaráðnum gav ráðstevnan Føroyum møguleika at fáa innlit í, hvussu onnur lond arbeiða við nýggju tøknini í sínum útbúgvingarskipanum.

Mest lisið hesa vikuna

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

Í gjár kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

Í gjár kl. 14:22

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03