Granskarar og onnur fakfólk kunnu nú senda inn uppskot til framløgur á vísindaligu ráðstevnuni Vitan til varandi aling – VTVA 2026. Freistin at lata inn ein samandrátt, eitt sokallað abstrakt, er týsdagin 29. september.
Ráðstevnan verður 6. november á Hotel Hilton Garden Inn. Firum heitir serliga á fólk, sum hava áhugaverd granskingarúrslit at leggja fram, um at senda inn ein samandrátt av møguligari framløgu.
Vísindanevnd velur framløgurnar
Endamálið við VTVA er at savna granskarar og fakfólk, sum arbeiða við ella hava áhuga fyri viðurskiftum, ið hava samband við alivinnuna. Ráðstevnan skal vera ein pallur fyri vitanardeiling, kjak og samstarv.
Innkomnu samandráttirnir verða mettir av eini vísindanevnd, sum er mannað við granskarum frá føroyska granskingarumhvørvinum. Nevndin ger síðani av, hvørjar framløgur koma á skránna. Framløguhaldarar kunnu vænta svar í seinasta lagi 8. oktober.
Tilmeldingin byrjar skjótt
Firum upplýsir, at tað skjótt verður latið upp fyri tilmelding til sjálva ráðstevnuna. Uppskot til framløgur skulu latast inn talgilt á heimasíðuni hjá VTVA.
VTVA verður aftur í ár skipað sum ein vísindaligur og fakligur pallur fyri granskarar og onnur, sum arbeiða við ella hava áhuga fyri alivinnuni.