Ongi úrslit

Yrkisnám í Føroyum er ein sólskinssøga

Hóast onnur lond stríðast við at fáa fólk í læru, eru tað nógv føroysk ung, ið velja at fáa sær eina yrkisútbúgving. Ein av orsøkunum til góðu gongdina, er sambært vararektaranum á Glasi, Magna á Lakjuni, virðingin fyri handverki og fakligum førleikum í Føroyum

Ragnar Sjúrðarson
15. mai kl. 20:00

Á Glasi eru gymnasialt miðnám, hægri nám, serbreyt og yrkisnám umframt føroyskt sum annað mál øll savnaði undir einum taki. Felagsnevnarin fyri yrkisútbúgvingarnar er, at mann skiftir í millum at vera í skúla og á læruplássinum, sum er ein aldargamal læruformur. Vanliga lærutíðin er fýra ár.

Ymiskt hvar lærlingarnir byrja

– Miðalaldurin hjá lærlingum á fyrsta ári liggur um 22 ár. Tað er sera ymiskt hvar lærlingarnir eru í lívinum tá teir byrja. Ein kann koma beint úr níggjunda flokki og spyrja eina fyritøku um lærupláss, og síðan verða kallaður inn í skúla í tilsamans 55 vikur gjøgnum næstu fýra árini, sum síðan enda við einum sveinastykki.

– Tað eru eisini fleiri, ið ikki hava fingið lærusáttmála, sum í staðin byrja sína lærutíð við at søkja inn á eina yrkisbreyt, t.d á timburbreyt og taka 1. skúlaskeið á 20 vikur og síðani byrja í læru í læru hjá eini fyritøku, ið er relevant fyri skúlagongdina. Har eru eisini mong, ið fyrst taka eina gymnasiala útbúgving, og fara í læru aftaná.

»Vit hava ein sunnan hugburð í Føroyum, sum virðismetir handverkarar og fakligar førleikar í mun til aðrastaðni, har tað kanska verður sæð eitt sindur niður á tær handaligu útbúgvingarnar«

Hava ein sunnan hugburð

Hvussu stendur til við lærlingum í Føroym, samanborið við grannalondini?

– Yrkisnám í Føroyum er ein sólskinssøga. Vit hava eitt sera høgt tal av ungum fólkum, sum velja at fara í læru. Samanbera vit okkum við Danmark, hava tey ein stóran trupulleika við at fáa fólk í læru, serliga í handverksvinnuni.

– Seinastu seks árini hava vit havt omanfyri 350 lærlingasáttmálar pr. ár. Tað er sera høgt tá hugsað verður um, at tað verða fødd millum 600-700 børn í Føroyum um árið. Tveir triðingar av teimum ganga í skúla í Føroyum og ein triðingur í Danmark.

– Vit hava ein sunnan hugburð í Føroyum, sum virðismetir handverkarar og fakligar førleikar í mun til aðrastaðni, har tað kanska verður sæð eitt sindur niður á tær handaligu útbúgvingarnar.

Eitt av høvuðsargumentinum fyri nýggja skúlanum á Marknagili, var at lærlingar og studentaskúlanæmingar skuldu vera undir sama taki, so øll vóru savnaði óðansæð hvørja leið ein ynskti at fara. Hetta hevur eydnast, sigur Magni á Lakjuni.

– Fyrr høvdu ung fólk ein tendens at søkja sama skúla sum vinfólkini, hóast ein kanska heldur hevði viljað gjørt okkurt annað. Við Glasi er tann trupuleikin loystur.

– Tað er sera positivt at ein næmingur á hugbreyt sær inn til tey á bildeildini, og ein á búskaparbret sær inn á hárdeildina. Klokkan 12 eta tey ein døgurðabita saman og síggjast annars gjøgnum dagin. Hetta hevur stóran týdning fyri serliga tey ungu - og er eisini gott fyri virðingina tvørtur um breytir og útbúgvingar.

– Hvussu eru umstøðurnar hjá lærlingunum á Glasi?

– Nú eru tað átta ár síðan at Glasir lat upp, so vit hava gjørt nógvar tillagingar gjøgnum árini og tá tað kemur til tilfar og maskinur stendur stendur væl til í flestu førum. Vit hava tó ávísar trupulleikar við plásstroti, sum tó er ein avleiðing av nøkrum positivum – at vit hava nógvar lærlingar.

– Eru nakrar broytingar í væntu á yrkisnámi á Glasi?

– Tað eru ikki vit, sum ávirka hvørjar útbúgvingar verða bodnar út, ella taka stig til at seta nakað nýtt í verk. Tað er vinnan og samfelagið sum hevur ein tørv, sum vit nøkta so væl vit megna.

– Nú tú spyrt meg, vænti eg tað næsta innsatsøkið verður við størri fokus á grøna orkuskiftið. innan grøna orkuskiftið. Á bildeildini hava vit vaksandi fokus á eitt nú el-bilum, og ymsar orkuskipanir innan smiðju- og maskinøkið, men tað skiftið fer at fevna yvir fleiri aðrar deildir sum t.d timburdeildina og ikki minst el-deildina.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

Í gjár kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

Í gjár kl. 13:27

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

Í gjár kl. 10:03