Ongi úrslit

Yvir 141.000 flýdd undan náttúrueldum

Tveir sløkkiliðsmenn hava latið lív

© Privat
Jóhanna Højgaard
9 tímar síðan

Náttin hevur bjóðað upp á regnæl yvir teir stóru náttúrueldarnar vestan fyri Bordeaux, sum hava herjað seinastu dagarnar.

Tað regnaði í nátt og hevur tað møguliga tálmað eldinum, men leygarmorgunin sæst framvegis týðiligt eldvirksemi á fylgisveinamyndum.

Samstundis veksur vindurin úr vestri og útnyrðingi, og tað kann fáa eldin at breiða seg enn nærri Bordeaux og kringliggjandi bústaðarøkir.

Sjálvt 222 km eystanfyri økið, í einum býi sum eitur Lemoges, luktar av royki, og sólin vinnur ikki ígjøgnum gráa teppi sum hongur yvir landspartin.

141.000 fólk eru higartil flýdd undan eldunum í útsynningspartinum av Fraklandi, og fleiri øki vestan fyri Bordeaux eru nú eisini rýmd.

Skógareldarnir í ár eru óvanliga harðir, bæði í Fraklandi og Spania.

Langvarandi hiti, turrur gróður og harður vindur er orsøkin til teir nógv fleiri og størri náttúrueldar enn vanligt.

Tveir sløkkiliðsmenn hava latið lív í sambandi við skógareldarnar í Bordeaux/Gironde-økinum.

Higartil hava fronsku myndugleikarnir ikki boðað frá nøkrum deyðsføllum millum sivil.

Myndir: Privat og Instagram

Sí video

Mest lisið hesa vikuna

Grát mín elskaði býur

20. juli kl. 11:45

Evni: Tvær opnar áheitanir um Biscayen og rættin at vera sjónligur í Havn

Í gjár kl. 08:52

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

19. juli kl. 21:30

Borgarstjórin um ælabogan

21. juli kl. 08:12

OpenAI misti tamarhaldið: Vitlíki slapp út úr trygdarroynd og framdi telduálop

22. juli kl. 19:00

Frá samskifti til nevnd: Høgni Berg aftur í HB

22. juli kl. 17:30