Ongi úrslit

Yvir 400 vandu stórvanlukku í Vágum: Flogfar við 153 fólkum fór av breytini

Yvir 400 fólk frá 16 myndugleikum og felagsskapum vandu týsdagin eina álvarsama flogvanlukku í Vága Floghavn.

© Vága Floghavn.
Ein stór flogvanlukka varð sett í verk sum venjing í Vága Floghavn týsdagin.
Edmund Jacobsen
23. sepember kl. 17:38

Ein stór flogvanlukka varð sett í verk sum venjing í Vága Floghavn týsdagin. Klokkan 16.32 fór alarmurin, og meira enn 400 fólk frá 16 myndugleikum og felagsskapum tóku lut í tilbúgvingarvenjingini.

Í venjingini varð ímyndað, at eitt flogfar við 153 fólkum umborð fór av flogbreytini undir lending á norðaru síðu. Síðani kom eldur í flogfarið.

Eldur, skadd fólk og stongdur flogvøllur

Venjingin fevndi um eldsløkking, roykkaving, bjarging, bráðfeingis skaðaviðgerð og sjúkraflutning. Fólk vórðu skrásett, farstøðin varð rýmd, og vant varð eisini, hvussu dálking eftir eina vanlukku kundi fyribyrgjast.

Samstundis varð flogvøllurin stongdur fyri flogferðslu. Flogferðslan varð umstýrd, áðrenn flogvøllurin seinni varð latin uppaftur.

Umleið 130 luttakarar vóru statistar, umleið 150 vóru sløkkiliðs- og bjargingarfólk, og umleið 130 vóru onnur starvsfólk.

Fyrireikað í eitt ár

Ein stýrisbólkur og ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri Vága Floghavn, løgregluna og Sjúkraflutningstænastuna høvdu fyrireikað venjingina í umleið eitt ár. Bert fá fólk kendu innihaldið frammanundan, so venjingin kundi gerast so veruleikakend sum gjørligt.

Føroyskir og danskir eygleiðarar fylgdu venjingini. Ein nágreinilig eftirmetingarfrágreiðing verður liðug í november. Fyrsta samanumtøkan vísti, at nógvar uppgávur vórðu loystar sum ætlað, men eisini at einstøk viðurskifti skulu betrast.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Tað er eitt felag Gunnar ikki ætlar sær at umboða

15. november kl. 23:55

Arbeiðshóhapp: Datt tríggjar metrar niður av einum byggipalli

17. november kl. 07:38

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

17. november kl. 09:28