Ongi úrslit

1,5 milliónir litrar av gassolju um árið: Landsverk ger sáttmála við Sp/f Thomsen

Landsverk hevur undirskrivað treytaðan sáttmála við Sp/f Thomsen um at veita umleið 1,5 milliónir litrar av gassolju um árið.

© Landsverk.
Marjun W. Thomassen, stjóri, Landsverk og Tórhallur Thomsen, stjóri, Sp/f Thomsen.
Edmund Jacobsen
7 tímar síðan

Trý tilboð komu inn, eftir at Landsverk hevði boðið gassoljuveitingina út 20. mars 2026. Sp/f Thomsen hevði lægsta tilboðið.

Sáttmálin er treytaður av endaligari ISO-góðkenning. Veitingin fevnir um gassolju til landsins bygningar, asfaltverkið og bitumengoymsluna hjá Landsverki.

Tørvurin skal minka

Veitingin er mett til umleið 1,5 milliónir litrar um árið. Landsverk væntar tó, at tørvurin fer at minka næstu árini, so hvørt sum landsins bygningar verða lagdir um til grønari orku.

Endamálið við útboðnum er at tryggja, at landið fær sum mest fyri skattapeningin. Útboðið er eisini partur av verkætlanini Orkutøk, sum skal minka um orkutørvin og fremja grønari orkuloysnir í landsins bygningum.

Mest lisið hesa vikuna

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30

Óttaða ormveran er funnin í Keypmannahavn

8. juli kl. 15:30

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

11 tímar síðan

Løgreglan avdúkar fleiri netkynsbrot móti børnum

Í gjár kl. 13:00

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

17 tímar síðan