Ongi úrslit

190 milliónir í sparingum – uttan at nakar merkir tað?  So væl spælir klaverið ikki!

Margit Stórá, landsstýriskvinna fyri Javnaðarflokkin
3 tímar síðan

Tað ljóðar næstan ov gott til at vera satt:  “Vit kunnu spara 190 milliónir krónur um árið, uttan at nakar merkir nakað til tað!”. Tað er í øllum førum boðskapurin, sum Fróði Magnussen úr Fólkaflokkinum roynir at selja Føroya fólki nú fíggjarlógin skal smíðast liðug.

Trupulleikin við hesum boðskapin er, at hann selur eina falska ímynd av, at stórar sparingar kunnu fremjast uttan avleiðingar.

Tað er lætt at kasta stór tøl á borðið og fáa tað at ljóða sum um, at loysnin er bæði einføld og pínuleys. Men politisk ábyrgd snýr seg um meira enn at seta tøl upp í eitt roknistykki, sum sær gott út á pappírinum.

Hvat hava vit fingið fyri pengarnar?
Fróði Magnussen spyr, hvat Føroya fólk hevur fingið burtur úr øktu almennu útreiðslunum. Spurningurin er sjálvandi viðkomandi. Hann rekur tó upp undir, at øktu útreiðslurnar ikki hava kastað nakað sum helst av sær.

Og tað er ein sera skeiv mynd at tekna.

Á almannaøkinum, sum eg havi ábyrgdina av, kunnu vit millum annað vísa á, at vit hesa tíðina, hann nevnir, hava fingið fleiri enn 100 nýggj búpláss.

Lat tað líka sjakna.

Fleiri enn 100 nýggj búpláss til fólk, sum hava tørv á stuðli, umsorgan og einum tryggum staði at búgva. Tað eru ikki bara tøl í einum fíggjarlógaruppskoti. Tað eru verulig menniskju, sum fáa betri lívsumstøður, og familjur, sum fáa størri tryggleika í gerandisdegnum.

Tað er ikki lítið. Tað er ein stór og alneyðug útbygging av okkara vælferðarsamfelagi.

Slík framstig kosta. Tey krevja bæði bygningar, starvsfólk og rakstur. Tá vit byggja vælferðina út, kunnu rakstrarútreiðslurnar eisini koma at vaksa. Tað er ikki í sjálvum sær eitt tekin um oyðsl. Tað er eisini eitt tekin um, at vit taka ábyrgd av teimum menniskjum, sum hava tørv á okkara vælferðartænastum.

Fyrisiting er ikki bara óneyðugt skrivstovuarbeiði
Fróði Magnussen skjýtur upp at seta setanarsteðg í almennu fyrisitingini í trý ár og roknar seg fram til, at vit kunnu spara burtur 330 starvsfólk og spara 174 milliónir krónur um árið á fíggjarlógini – uttan at nakar leggur tað til merkis.

Men her verður ein grundleggjandi veruleiki gloymdur.

Almenn fyrisiting er ikki ein óneyðugur viðfáningur til vælferðarsamfelagið. Hon er ein partur av tí, sum fær vælferðarsamfelagið at virka.

Tá vit útbyggja tænastur, økja talið av búplássum og seta fleiri starvsfólk at veita umsorgan og røkt, fylgja eisini uppgávur við, sum skulu fyrisitast. Starvsfólk skulu setast, lønir skulu rindast, rættindi skulu tryggjast, fíggjarviðurskifti skulu stýrast eins og tænastur skulu skipast og mennast.

Tað ber ikki til at byggja vælferðina út við aðrari hondini og samstundis ganga út frá, at øll umsitingin rundan um hana kann skerjast burtur við hinari, uttan at tað fær avleiðingar. Tær uppgávurnar hvørva heldur ikki. Ístaðin so verða tað tey, sum skuldu brúkt tíð til umsorgan og viðgerð, sum skulu røkja tær uppgávurnar eisini, so minni verður til kjarnuuppgávurnar.

Sjálvandi skulu vit alla tíðina arbeiða fyri eini effektivari og betri almennari fyrisiting. Talgilding og vitlíki kunnu uttan iva vera partur av loysnini. Men at rokna við, at 330 størv kunnu hvørva, uttan at tað ávirkar tænastustøðið, er ein pástandur, sum bara sær gott út á pappírinum.

Bílig populisma er ikki tað sama sum ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur
Tað er freistandi at lova Føroya fólki, at vit kunnu fáa somu ella betri vælferð fyri munandi minni pengar, - og at eingin fer at merkja munin.

Slíkur boðskapur er lættur at selja. Hann gevur góðar yvirskriftir og kanska eisini nógv „likes“ á sosialu miðlunum.

Vælferðarsamfelagið verður ikki rikið við slagorðum!

Tað krevur politiskt dirvi at siga, at góðar almennar tænastur kosta pengar. Tað krevur eisini ábyrgd at raðfesta og brúka pengarnar skilagott og at tora at gera broytingar, har tað er neyðugt.

Vit javnaðarfólk hava ongantíð hildið, at hvør almenn króna verður væl brúkt, bara tí hon er almenn. Tvørturímóti hava vit skyldu til at fáa sum mest vælferð burtur úr hvørjari krónu.

Tað er stórur munur á at gera væl grundaðar effektiviseringar og at selja eina politiska ímynd av, at hundraðtals milliónir kunnu skerjast burtur, uttan at tað rakar nakran.

Vælferð er ein íløga í menniskju
Fyri okkum javnaðarfólk er vælferð ikki bara ein útreiðsla á fíggjarlógini. Hon er ein íløga í menniskju, tryggleika og eitt samfelag, har vit taka ábyrgd av hvørjum øðrum.

Tá vit útvega yvir 100 nýggj búpláss, er tað ikki eitt dømi um, at tað almenna er vaksið óneyðuga nógv. Tað er eitt dømi um, at vit hava tikið ítøkilig stig fyri at nøkta ein stóran og álvarsaman tørv.

Vælferð fæst ikki fyri einki. Tað gera stórar sparingar heldur ikki.

Tá politiskir boðskapir verða lagaðir eftir hvussu nógv “likes” teir kunnu fáa, heldur enn hvussu væl teir lýsa veruleikan, er talan um populismu – ikki seriøst politiskt kjak.

Margit Stórá,
landsstýriskvinna fyri Javnaðarflokkin

LES EIDINI: Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Í gjár kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42