Ongi úrslit

50 ára gamla Tjaldrið skal avloysast: Nýtt skip kann kosta 400 milliónir

Landsstýrið fer nú undir at fyrireika nýtt vaktar- og bjargingarskip, sum eftir ætlan skal vera klárt í 2030.

© Savnsmynd.
50 ára gamla Tjaldrið nærkast endanum. Nú fyrireikar landsstýrið eitt nýtt vaktar- og bjargingarskip, sum kann kosta upp í 400 milliónir krónur.
Edmund Jacobsen
22 tímar síðan

Landsstýrið hevur sett kós móti einum nýggjum vaktar- og bjargingarskipi, sum skal avloysa Tjaldrið. Skipið fyllir 50 ár í ár og verður í fíggjarlógaruppskotinum lýst sum gamalt og ótíðarhóskandi. 

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 eru 4 mió. kr. settar av til at projektera nýggja skipið. Samlaði byggikostnaðurin verður mettur til 300–400 mió. kr., og ætlanin er, at skipið skal vera klárt í 2030. 

Vandin fyri breki veksur

Tjaldrið er væl røkt, men aldurin merkist. Sambært viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið gerst vandin fyri, at skipið endaliga má leggjast vegna brek, størri fyri hvønn dag. 

Samstundis eru uppgávurnar á sjónum vorðnar fleiri og størri. Føroyska sjóøkið røkkur um 400 fjórðingar úr enda í annan, og í miðal eru fleiri enn 100 skip í føroyskum sjógvi dagliga. Skipaferðslan er vaksin, og krøvini til bjarging, eftirlit og tilbúgving eru størri enn áður.

Skal eisini verja sjókaðalar

Nýggja skipið skal ikki bara røkja bjarging og fiskiveiðieftirlit. Tað skal eisini styrkja olju- og umhvørvistilbúgvingina og stytta svartíðina til bjargingar. 

Broytta trygdar- og verjupolitiska støðan í Norðuratlantshavi hevur eisini týdning. Skipið skal geva Føroyum betri møguleikar at luttaka í felags venjingum, verja sjókaðalar og annað undirstøðukervi á havbotninum og røkja logistiskar uppgávur í samstarvi við grannalond og sameind. 

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

6 tímar síðan

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

Í gjár kl. 09:09