Ongi úrslit

670 fleiri størv í Føroyum nú enn fyri einum ári síðani

Áki Bertholdsen
20. apríl kl. 10:22

Í mars mánaða vóru tilsamans 30.513 fólk til arbeiðis í Føroyum. Tað eru 670 fólk, ella 2,3 prosent fleiri enn fyri fyri einum ári síðani.

Hagstovan sigur, at talið á fólkum, sum eru til arbeiðis, veksur alsamt, men nú er væksturin kortini avhæsaður.'

Sum tað sæst er kynsmunurin nógv minni nú enn hann var fyri nøkrum árum síðani

Kynsbýtið er rættiliga javnt, tí í mars vóru slakir 15.650 menn og 14.870 kvinnur til arbeiðis. Hetta eru 442, ella 2,9 prosent, fleiri menn og 232, ella 1,6 prosent, fleiri kvinnur enn sama mánað árið fyri.

Kynsbýtið av starvsfólkum í mars var sostatt tað, at 48,7 prosent vóru kvinnur og 51,3 prosent vóru menn - men tað eru eisini yvir 2.000 fleiri menn í Føroyum enn ta eru kvinnur 

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

Í gjár kl. 08:30