Tann 14. september 1946 fóru føroyingar á val. Veljast skuldi millum danska stjórnaruppskotið og loysing millum Føroyar og Danmark. Á atkvøðuseðlinum stóð: „Ynskja tygum danska stjórnaruppskotið sett í gildið?“ ella „Ynskja tygum loysing Danmarkar og Føroya millum?“
Í sambandi við 80 ára dagin hevur Landsbókasavnið savnað søguligt tilfar um fólkaatkvøðuna.
Gamlar avísir aftur frammi
Trygvi Jacobsen, sum tekur masterútbúgving í søgu og er í praksislæru á Landsbókasavninum, hevur funnið tilfarið fram. Millum annað ber til at síggja og blaða í gomlum avísum frá 1946 og lesa, hvat onnur hava skrivað um Føroyar og fólkaatkvøðuna.
Framsýningin á Landsbókasavninum verður standandi í eina viku.