Ongi úrslit

Ætla at hava 38,5 milliónir í avlopi næsta ár - pensjónistar skulu sleppa at tjena nógv meiri

Aksel V. Johannesen hevur lagt uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár, fyri Løgtingið
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Næsta ár verða inntøkurnr hjá landskassanum 8.076,8 milliónir. Tað sæst, nú Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár, fyri Løgtingið. Útreiðslurnar verða 8.038,3 milliónir og tað merkir, at 38,5 milliónir verða í avlopi. Av útreiðslunum fara 7.457,7 milliónir til rakstur, og 580,6 milliónir eru til útbyggingar av ymsum slagi.

Næsta ár verða sparingr og effektiviseringar fyri 80 milliónir. Eitt nú verða onkrar sendistovur uttanlands niðurlagdar og aðrastðni verður virksemið avmarkað.

Harumframt verða almennu stovnarnir Nám, Undirvísingarstýrið og Sernám, verða lagdir saman.

– Aðrar effektiviseringar verða gjørdar, tá ið nýskipanarnevndin kemur við sínum tilmælum, sigur Aksel V. Johannesen

Hinvegin verða 66 milliónir settar av til nýggja Fróðskaparsetrið og lestrarbýlingin í Havn. Men tað eru fleiri milliónir longu tøkar frá í fjør, so tilsamans eru einar 100 milliónir at byggja fyri.

Og peningur verður eisini játtaður til arbeiðið at útvega Ítróttarháskúlanum í Suðuroy nýggjan skúlabygning.

Lestrarstuðulin til fólk undir útbúgving skal hækkast meiri hvørt árið enn higartil, og somuleiðis verður játtanin til tolleftirlitið hækkað fyri tálma rúsevnasmugling.

Pensjónistar skulu hava betri møguleikar fyri at arbeiða. Landsstýrið ætlar at hækka upphæddina, pensjónistar kunnu tjena, áðrenn teir missa pensjón. Nú er inntøkumarkið 61.900 krónur um árið, men endamálið er at hækka tað upp í 300.000 krónur.

Uppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið í vetur, og eftir ætlan verður skipanin sett í verk 1. juli næsta ár.

Broytingin kostar landskassanum 50 milliónir um árið og næsta ár fer tað sostatt at kosta umleið 25 milliónir.

Verður uppskotið samtykt í Løgtinginum, minkar avlopið á fíggjarlógini niður í 13,5 milliónir

 Landsstýrið hevur harumframt gjørt av, at samdøgurs- og uttanlandsfrádrátturin ikki skal minka meira, og at løntakarar skulu sleppa at at draga limagjald til fakfeløg, frá í inntøku, men hámarkið verður 2.000 krónur næsta ár, men í 2028 hækka tað upp í 4.000 krónir.

 

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31