Í 2025 gjørdi Føroya Fiskimannafelag og Føroya Fólkaháskúli samstarvsavtalu, at skipa fyri skeiði í trolbøting, á Føroya Fólkaháskúla.
Tað kemur alt ov ofta fyri, at ungfólk halda seg aftur at fara til skips, tí tey ikki duga at bøta trol.
Føroya Fiskimannafelag tók tí stig til at ”bøta” um hetta, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.
Við avtaluni við Føroya Fólkaháskúla gjørdist møguleiki at koma í eitt skúlaumhvørvi við góðum hølisviðurskiftum.
Í 2025 var fullteknað beinanvegin.
Jan sigur, at skeiðið á háskúlanum hevur teir fyrimunir, at talan er um sløtt gólv og undir og hugnaligum umstøðum.
Umborð er ofta trupult at læra seg grundleggjandi teknikkin, at bøta, tá ein er farin til skips, sigur Jan Højgaard.
Aftur í ár er fullteknað. Pláss er fyri 16 luttakarum.
Á skeiðnum verður arbeitt við at bøta vanligt net, so sum hol og tungur, seta stykkir í, møguliga spleysa og gera ymiskar knútar og annað.
Stóra fimleikararhøllin á háskúlanum verður karmur um sjálva trolbøtingina og undirvísingin ferð fram í skúlastovunum í niðaru hædd.
Skeiðið er mikudagin 11. og hósdagin 12. november frá kl. 17 til 21 báðar dagarnar.
Á skránni er undirvísing, ein máltíð og kaffi.