Ongi úrslit

Ákæruvaldið má svara fyri drúgvu málsviðgerðina

Bjarni Hammer skilur ikki øsingina
Bjarni Hammer
1 tími síðan

– Ákæruvaldið hevur havt fleiri ár at viðgera málið móti Bakkafrosti. Nú hevur Føroya rættur mett málini vera fyrnað. Tað er ikki nóg mikið at siga, at viðgerðartíðin hevur verið ónøktandi. Vit hava krav upp á at vita, hvat gekk galið, og hvør hevur ábyrgdina.

Tað sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Beini Johannesen, løgmanni, ein skrivligan fyrispurning um málsviðgerðina hjá ákæruvaldinum.

Bjarni vil hava løgmann at krevja eina frágreiðing frá danska løgmálaráðharranum og fáa greiðu á, um onnur revsimál í Føroyum eru í vanda fyri at fyrnast.

Fútin kendi álvaran frá byrjan

Longu í desember 2021 tók fútin sjálvur stig til at kunna løgmansstjóran um málið móti Bakkafrosti. Í apríl 2024 spurdi Bjarni Hammer táverandi landsstýrismannin í vinnumálum, hví málið ikki var avgreitt.

– Fútin metti málið hava so stóran samfelagsligan týdning, at løgmansskrivstovan skuldi kunnast um tað. Tá má almenningurin eisini kunna vænta, at ákæruvaldið fylgir málinum upp og fær tað viðgjørt rættstundis. Hvussu kundi tað kortini koma so langt, at málini nú eru mett at vera fyrnað? spyr Bjarni Hammer.

Ákæra varð reist í apríl 2026. Longu tá vóru aðrar skuldsetingar í upprunaliga málinum sleptar, í summum førum tí fyrningarfreistin var farin. Tann 3. november metti Føroya rættur eisini málini um brot á flutningskunngerðina vera fyrnað. Ákæruvaldið hevur 14 dagar at taka støðu til, um úrskurðurin skal kærast.

Má fáa avleiðingar fyri mannagongdirnar

Bjarni Hammer leggur dent á, at ákæruvaldið má greiða frá síni handfaring av málinum.

– Dómstólarnir skulu gera av, um grundarlag er fyri revsing. Men ákæruvaldið má tryggja, at málini verða løgd fyri rættin rættstundis. Tá mál fyrnast eftir fleiri ára viðgerð, svíkur skipanin bæði almenningin og tær fyritøkur, sum hava krav upp á at fáa síni viðurskifti avgreidd, sigur hann.

Hann vil tí hava løgmann at taka málið upp við danska løgmálaráðharran og krevja ítøkiligar ábøtur.

– Vit skulu vita, hvar ábyrgdin liggur, og hvat verður broytt. Og eru onnur mál í vanda fyri at fyrnast, má handlast beinanvegin. Hetta kann ikki enda við enn einari staðfesting av, at tað tók ov langa tíð, sigur Bjarni Hammer.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

23 tímar síðan

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

30. oktober kl. 09:14

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00