Ongi úrslit

Aksel sigur nei til útboðslóg: Kommunurnar skulu sjálvar áseta reglurnar

Hóast ábendingar eru um, at persónlig sambond kunnu ávirka kommunal innkeyp, vil landsstýrismaðurin ikki lógarfesta útboðsreglur.

© Fíggjarmálaráðið.
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vil hava greiðari reglur fyri kommunal innkeyp, men uttan at lógarfesta útboðskrøv.
Edmund Jacobsen
58 minuttir síðan

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vil ikki í løtuni hava lógarfestar útboðsreglur fyri føroysku kommunurnar. Í staðin leggur hann upp til, at kommunurnar sjálvar skulu áseta reglur fyri síni innkeyp.

Hetta kemur fram í svari til Kappingareftirlitið, sum hevur heitt á landsstýrismannin um at lógarfesta reglur fyri kommunal útboð.

Áheitanin byggir á eina spurnakanning, har fleiri hava givið til kennar, at persónlig sambond og staðseting kunnu ávirka avgerðir hjá kommununum. Eisini verður víst á vantandi gjøgnumskygni og ójavnbjóðis kapping.

Óttast tunga fyrisiting

Í svarinum viðurkennir landsstýrismaðurin, at virkin kapping er til gagns fyri samfelagið.

Hann óttast tó, at lógarfestar útboðsreglur kunnu gera innkeyp til eina óneyðuga tunga uppgávu, bæði fyrisitingarliga og løgfrøðiliga.

Samstundis vísir hann á kommunala sjálvræðið og heldur fast við, at kommunustýrini sjálvi skulu hava heimild at avgera, hvussu skattapeningurin verður nýttur.

Kommunurnar skulu hava innkeypspolitikk

Í staðin skjýtur landsstýrismaðurin upp, at hvør kommuna ger sín egna innkeypspolitikk við greiðum mannagongdum, innanhýsis eftirliti og krøvum um skilagóð innkeyp.

Fíggjarmálaráðið og Gjaldstovan fara harumframt at bjóða kommununum samstarv og ráðgeving um innkeyp.

Kappingareftirlitið tekur undir við uppskotinum og metir, at tað kann bøta um trupulleikarnar, sum vantandi útboðsreglur hava havt við sær.

Ætlanin er sostatt at fáa greiðari mannagongdir fyri kommunal innkeyp, uttan at nýggj lógarfest útboðskrøv verða sett í gildi.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

Í gjár kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00