Ongi úrslit

Almannnaverkið skal spara 17,5 milliónir - soleiðis fer tað at raka

Tær flestu útreiðslurnr fara til at tryggja teimum gomlu ein virðiligan aldurdóm
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Næsta ár skal Almannaverkið spara 17,5 milliónir krónur. Tað er úrslitið, nú landsstýrið hevur fíggjarlógina fyri næsta ár fyri Løgtingið.

Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvussu hetta fer at raka tey ymsu økini í almannaverkinum.

Margit Stórá sigur, at sparingin á almannaøkinum er 17,5 milliónir tilsamans og hon er býtt soleiðis:

 Sparingin upp á 9,4 milliónir til trivnaðartænastur, er býtt soleiðis:

Hartil eru 660.000 krónur spardar í rakstrinum innan trivnaðartænastur, og játtanin sum hevur verið til serligan bráfeingis tørv er lækkað 1,350 milliónir.

Somuleiðis verður gjaldið fyri umlætting hjá vaksnum hækkað, soleiðis at tað verður javnsett við gjøldini á eldraøkinum og mett verður, at tað fer at geva 250.000 krónur meiri í inntøkum.

Sparingin svarar til 15 størv
Margit Stórá sigur, at 8,990 milliónir av sparingini er í lønum og tað svarar til eini 15 fulltíðartørv. Men hon leggur dent á, at hetta merkir ikki, at talan er um at siga 15 fólkum úr starvi.

Hon sigur eisini, at illagingarnar eru lagdar soleiðis til rættis, at tær raka brúkarar og tænastur sum minst. Ongin borgari missir sítt tilboð, men í summum tilboðum fara broytingarnar at merkjast í gerandisdegnum, leggur hon afturat.

Størsti parturin av sparingunum verður fingin til vega við at samskipa virksemið betur, bæði innan fyri ymisk tilboð og ímillum tilboð.

Og sparingar eru eisini útvegaðar við at tillaga talið á vaktum á ávísum tilboðum, har tørvurin hjá teimum borgarum, sum í løtuni nýta tilboðini, er minni enn hann áður hevur verið.

Í einum umlættingartilboði, sum hevur fingið betri hølisviðurskifti, kunnu fleiri vera til umlætting í senn, sigur landsstýriskvinnan. Tí ber til at tillaga starvsfólkaorkuna, uttan at tað fer at raka borgararnar.

Á einum tilboði verður eitt starv ikki sett aftur, tá ið starvsfólk fer úr starvi. Tillagingar verða gjørdar fyri at minka um ávirkanina av hesum.

Eitt tilboð, sum í eina tíð ikki hevur verið opið allar dagar í vikuni, fer ikki at økja um tímatalið aftur. Harumframt verða pláss í einum bútilboði, sum í løtuni ikki verða nýtt, ikki tikin í nýtslu aftur.

Teir borgarar, sum búðu har, hava fingið annað tilboð í Almannaverkinum, so broytingin ávirkar ikki núverandi borgarar.

Men Margit Stórá sigur, at tað kann ikki útihýsast, at bíðilistin til ávísar tænastur verður longri, men at enn er tað ov tíðliga at siga nakað nærri um tað.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00