Í fjør høvdu Føroyar 2,8 milliardir í avlopi av okkara samhandli við útheimin – ella gjaldsjavnanum. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Hendan uppgerðin fevnir um vøruhandil, tænastuhandil og lønarflytingar til og frá útlondum, umframt um ognarinntøkur frá beinleiðis íløgum og íløgum í virðisbrøv og lánsbrøv. Tað fevnir eisini um rentur á innlánum og útlánum og øðrum vøru- og tænastukredittir. Tað fevnir eisini um flytingar frá danska statinum og pensións- og tryggingarflytingar.
Síðan 2013 hava avlopini verið stór, og í fjør vóru inntøkurnar frá sølu av vørum og tænastum, inntøkur frá fíggjarognum uttanlands og flytingar úr útlondum knappar 20 milliardir krónur.
Útreiðslurnar vóru góðar 17 milliardir krónur í 2025. Hetta gevur eitt avlop á gjaldsjavnanum á nærum 2,8 milliardir krónur.
Vørujavnin vísur eitt avlop upp á góðar tvær milliadir krónur, og tænastujavnin vísir knappar 700 milliónir krónur í halli.
Lønarflytingarnar, fíggjarinntøkur og rakstrarflytingarnar góvu eitt íkast til avlopið upp á ávikavist 625, 250 og 561 milliónir krónur.
Vøksturin í avlopinum stavar í stóran mun frá, at sølan av vørum uttanlands vaks úr 11,6 milliardum krónum í 2024 upp í 13,3 milliardir krónur í 2025.