Løgtingsmaðurin krevur eitt samlað yvirlit yvir, hvussu stórar inntøkur landskassin hevur havt av meirvirðisgjaldi, tolli, punktgjøldum og øðrum avgjøldum síðani 1993.
Í einum skrivligum fyrispurningi spyr hann eisini Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um landsstýrið ætlar at lækka ella strika toll, punktgjøld ella onnur avgjøld.
Frá meirvirðisgjaldi til fleiri avgjøld
Meirvirðisgjaldið kom í gildi 1. januar 1993 í kjalarvørrinum á nýggjari handilsavtalu millum Føroyar og ES. Samstundis vórðu fleiri punktgjøld tikin av.
Bjarni Kárason Petersen vísir tó á, at fleiri undantøk síðani eru komin í meirvirðisgjaldslógina, samstundis sum nýggj punktgjøld og avgjøld eru løgd á.
Hann vísir á, at føroysku húsarhaldini í dag rinda bæði meirvirðisgjald og onnur avgjøld, hóast meirvirðisgjaldið upprunaliga lutvíst skuldi avloysa punktgjøld og onnur gjøld.
Vil vita, hvat brúkarin endar við at rinda
Løgtingsmaðurin heldur eisini, at fleiri undantøk og avgjøld gera skipanina tyngri og dýrari at umsita hjá vinnuni.
Hann vil tí hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu skatta- og avgjaldspolitikkurin ávirkar prísstøðið hjá føroyskum brúkarum, gjøgnumskygnið hjá brúkarunum og umsitingina hjá vinnuni.