Ein nýggj kanning vísir, at fleiri fyrrverandi amerikanskar herstøðir í Grønlandi framvegis eru dálkaðar av olju, tungmálmum og øðrum vandamiklum evnum.
Tað er danska blaðið Politiken, sum hevur kannað í minsta lagi 36 fyrrverandi amerikonsk hernaðarlig økir á Grønlandi. Kanningin er gjørd í samstarvi við VG og journalistnetverkið European Investigative Collaborations, EIC.
Sambært kanningini liggja upp til 100.000 rustað oljuføt framvegis eftir í náttúruni. Eisini er dálking staðfest frá meira enn 400.000 litrum av diesel.
Á nærum øllum teimum kannaðu økjunum eru funnin umhvørvisskaðilig evni sum PCB, blýggj og kadmium.
Asbest og annað hernaðarligt burturkast eru eisini funnin á fleiri støðum.
Ein av kendastu støðunum er Camp Century, sum amerikanarar bygdu undir innlandsísinum í 1959. Støðin hevði ein kjarnureaktor og var partur av amerikonsku hernaðarætlanunum undir kalda krígnum.
Tá Camp Century bleiv niðurløgd í 1967, bleiv nógv burturkast latið liggja eftir undir ísinum. Millum annað verður mett, at upp til 24 milliónir litrar av radioaktivum spillvatni framvegis eru undir ísinum.
Tá støðin bleiv latin aftur, var mett, at ísurin fór at halda burturkastinum fjalt. Men seinni ár við veðurlagsbroytingum hava víst, at innlandsísurin ikki er eins støðugur sum áður hildið.
Ógreiða er framvegis um, hvør skal bera kostnaðin av einari møguligari upprudding. USA rak herstøðirnar, men Grønland var tá undir donskum ræði.
Mynd:The American Departement of War
Málið hevur fingið nýggjan týdning, nú USA ynskir at styrkja sína hernaðarligu nærveru í Arktis.
Fleiri í Grønlandi halda, at gomlu umhvørvistrupulleikarnir eiga at verða loystir, áðrenn nýggj samstarv um hernaðarlig viðurskifti verða gjørd.