Ongi úrslit

Anna Elisabeth og Ró umboða føroysk feløg

14 av teimum 16, sum fara at umboða Føroyar í EM endaspælinum, umboða útlendsk feløg

hsf.fo
1 tími síðan

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Av teimum 16 spælarunum, sum hava fingið landsliðsboð, umboða 14 útlendsk feløg, og tveir spælarar eru úr føroyskum feløgum. Tær eru bakkarnir Ró Reginsdóttir úr Neistanum og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe úr H71.



Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)

Bakkar:
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Ró Reginsdóttir, Neistin
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

Føroyska liðið savnast til venjingar mánadagin tann 23. november í Havn og er saman fram til EM-endaspælið byrjar 5. desember. Mikudagin 25. november ferðast liðið til Tróndheim í Noreg, har Føroyar spæla tveir fyrireikingardystir, ávikavikst móti Noreg hósdagin 26. november og Danmark leygardagin 28. november. Liðið kemur síðani heimaftur til Føroyar og venur saman til fráferð til Póllands hósdagin 3. desember, har leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Leygardagin 5. des. kl. 19.30 Føroyar – Ukraina
Mánadagain 7. des. kl. 19.30 Frakland – Føroyar
Mikudagin 9. des kl. 17.00 Føroyar – Pólland

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17