Sum vit skrivaðu í gjár er arbeiðsloysið framvegis í botni, tí tað er bara 0,9 prosent, og har um hevur tað ligið hesi seinstu fimm, seks árini.
LES MEIRI UM TAÐ HER: Arbeiðsloysið er framvegis í botni
Tað er kortini munur á, hvussu tey ymsu økini eru rakt av arbeiðsloysi.
Uppgerðin hjá hagstovuni vísir, at tað er í Vàgum og Norðoyggjum, at arbeiðsloysið er lægst, tí har er tað 0,7 prosent.
Kortið vísir, hvussu arbeiðsloysið er í teimum ymsu økjunum í landinum
Hinvegin er arbeiðsloysið hægst í Suðuroy, tí har er tað 1,3 prosent, hóast tað framvegis er rættiliga lágt. Og tað er eisini 0,4 prosentstig lægri enn tað var fyri einum ári síðani tá ið tað var 1,7 prosent
Í Suðuroy eru væl fleiri menn arbeiðsleysir enn tað eru kvinnur. Arbeiðsloysið hjá monnum er nevniliga 1,7 prosent og arbeiðsloysið hjá kvinnum er 0,9 prosent.