Ongi úrslit

Ari er nýggjur á landsliðnum

Tað verður ókeypis atgongd til heimadystin ímóti Kasakstan, sum verður mánadagin 16. november klokkan 15

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Nýklakti føroyameistarin Meinhard E. Olsen er aftur í landsliðshópinum, nú hann er komin fyri seg aftur eftir langan skaðasteðg. Tað boðaði Eyðun Klakstein landsliðsvenjari frá, nú hann tók landsliðið út til teir báðar síðstu dystirnar í hesi Nations League kappingini.

Nýggjur á listanum er Ari Olsen, sum spælir við Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini. Hann hevur verð á landsliðnum einaferð áður. Tað var í Baltic Cup í juni, tá ið hann var á vøllinum í fimm minuttir ímóti Lettlandi.

Eyðun Klakstein landsliðsvenjari boðaði frá, at heimadysturin ímóti Kasakstan, sum verður mánadagin 16. november, verður klokkan 15, og at tað verður ókeypis atgongd til henda dystin.

-Vit hava møguleika at vinna næstfremsta plássið í bólkinum. Vit standa okkum væl á heimavølli, og tað er eingin ivi um, at tað hjálpir okkum, tá ið tað er nógv fólk kring vøllin, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Í gjár kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38