Granskarar og samstarvspartar úr Føroyum, Danmark og Grønlandi vóru 2. og 3. juni savnaðir í Nuuk til árliga FASDiNA-fundin, sum Ilisimatusarfik – Fróðskaparsetur Grønlands – var vertur fyri.
Yvir tveir dagar løgdu luttakararnir fram granskingarúrslit, kjakaðust um felags avbjóðingar og styrktu sítt fakliga netverk. Endamálið var at menna samstarvið og flyta felags granskingarverkætlanir fram á leið.
Dentur á arktiska samvinnu
Skráin hevði eisini fyrilestrar frá umboðum fyri grønlendska uttanríkisráðið og frá Sáru Olsvig. Hon greiddi frá royndum sínum sum forkvinna í Inuit Circumpolar Council og úr síni ph.d.-gransking. Framløgurnar varpaðu ljós á arktiska samvinnu, stýring og leiðslu hjá upprunafólkum.
Innlit í grønlendsk viðurskifti
Luttakararnir vitjaðu eisini Arktisk Kommando og Tjóðsavnið í Grønlandi. Vitjanirnar góvu teimum virðismikið innlit í serstøðu og mentanararv Grønlands.
Á LinkedIn takkaðu FASDiNA-luttakararnir øllum, sum vóru við til at gera fundin gevandi, og staðfestu, at samstarvið heldur fram.