Fótbóltsárið 2026 líður av álvara móti endanum, og um nakrar fáar dagar verða seinastu dystirnir við føroyskari luttøku spældir.
Tað merkir samstundis, at tíðin er komin at heiðra tey, ið hava skarað framúr í føroyskum fótbólti í farna kappingarári.
Hetta verður gjørt hóskvøldið 3. desember klokkan 19:30, tá Ársins Bestu 2026 verður á skránni í Føroya Tele í Hoyvík.
Tey, ið skulu heiðrast, eru ársins dómarar, ungu spælarar, málverjar, verjuspælarar, miðvallarar, áleyparar, venjarar og sjálvandi ársins spælarar.
Harumframt verða toppskjúttarnir í MeistaraDeildunum hjá kvinnum og monnum heiðraðir, umframt ársins landsliðsspælarar.
Ársins Bestu 2026 verður í ár skipað sum ein sjónvarpssending, ið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.
Tað eru liðskiparar, venjarar, fjølmiðlafólk og viðmerkjarar, ið hava atkvøtt.
Niðanfyri eru nøvnini á teimum, sum eru tilnevnd teir ymisku heiðrarnar. Nøvnini eru nevnd í stavrað.
KVINNUR
Ársins spælari
Birita Ryan, KÍ
Brá Zakariasardóttir, HB
Durita Hummeland, KÍ
Ársins ungi spælari
Lilja Dam Jacobsen, Skála
Nita á Lakjuni, Víkingur
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Ársins málverji
Gunnvá Lützen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Rannvá við Streym, Víkingur
Ársins verjuspælari
Birita Ryan, KÍ
Katlyn Ferreira Soares, 07 Vestur
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Ársins miðvallari
Eyðvør Klakstein, KÍ
Julia Naomi Mortensen, HB
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Ársins áleypari
Brá Zakariasardóttir, HB
Durita Hummeland, KÍ
Sólja Ernstsdóttir, KÍ
Ársins venjari
Eilish McSorley, Víkingur
Kaveh Magnusson, KÍ
Súni Jakobsen, Skála
Ársins dómari
Andras Frederiksberg
Annika Breiðaskarð
Dánjal Frederiksberg
MENN
Ársins spælari
Árni Frederiksberg, KÍ
Daniel Obbekjær, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Ársins ungi spælari
Aron Benjaminsen, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, HB
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Ársins málverji
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36
Tom Amos, NSÍ
Ársins verjuspælari
Daniel Obbekjær, NSÍ
Odmar Færø, KÍ
Viljormur Davidsen, NSÍ
Ársins miðvallari
Aron Benjaminsen, Víkingur
Árni Frederiksberg, KÍ
Emil Weihe Joensen, NSÍ
Ársins áleypari
Loick Jean Henri Lespinasse, B68
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Ársins venjari
Jóhan Petur Poulsen, Víkingur
Lukasz Cieslewicz, HB
Sigurður Ragnar Eyjólfsson, NSÍ
Ársins dómari
Eiler Rasmussen
Høgni Madsen
Jákup Mohr
Endaliga úrslitið verður kunngjørt í beinleiðis sjónvarpssending á Rás 1 í Televarpinum hóskvøldið 3. desember.