Ongi úrslit

Átta bilførarar fingu bót og klipp í gjár

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í gjár var løgreglan, enna eina ferð í Eysturoynni og kannaði, hvussu skjótt bilarnir koyra.

Tað eru nøkur strekki har bilførarar hava lyndi til at koyra ov skjótt. Strekkið Millum Fjarða er eitt av teimum og Fuglafjarðarvegurin fram við Kambsdali er eitt annað.

Og tað var nettupp har løgreglan var í gjár og har fingu seks bilførarar klipp fyri at koyra upp ímóti 110 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80.

Ein bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra upp ímóti 80 í bygdum øki í Søldafjørði har tað er loyvt at koyra 50.

Umframt at fáa klipp í koyrikortið, fáa teir eisini allir bót.

Og somuleiðis varð ein bilførari tikin í Søldafjørði við fartelefonini í hondini ímeðan hann koyrdi, og tað kostaði honum eisini eitt klipp í koyrikortið, umframt at hann fekk 1.500 krónur í bót

 

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

Í gjár kl. 09:01

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15