Føroyskar fyritøkur og stovnar eiga at vera varin, tá ið tey brúka vitlíki til at gera búmerki, slagorð og annað samskiftistilfar.
Tað ávarar felagið Samskifti um í einari fráboðan í dag.
Vitlíki kann líkja eftir øðrum
Vitlíki verður ment við stórum nøgdum av tilfari. Tí er úrslitið ikki altíð so upprunaligt, sum tað kann tykjast.
Búmerki, slagorð og maskottar kunnu líkjast tilfari, sum onnur hava brúkt nógva tíð, orku og pengar upp á at menna.
Hetta kann gera seg inn á rættindi hjá øðrum og vera í stríð við góðan marknaðarføringssið.
Fyritøkan hevur ábyrgdina
Samskifti undirstrikar, at reglurnar um upphavsrætt, vørumerki og vinnulig eyðkenni eisini galda, tá ið vitlíki verður brúkt.
At tilfarið er gjørt við vitlíki, frítekur ikki fyritøkuna frá ábyrgd.
Felagið heitir tí á fyritøkur og stovnar um at kanna tilfarið væl, áðrenn tað verður tikið í nýtslu.
Vitlíki kann lætta um arbeiðið, men ábyrgdin fyri tí, sum verður almannakunngjørt, liggur framvegis hjá teimum, sum brúka tað.