Tað var longu greitt fyri einari viku síðani, og í gjár spældi B68 fyri síðstu ferð í hesum umfarinum í bestu deildini. Í gjár endaði tað við 3-0 tapi á heimavølli ímóti NSÍ, sum í góða heystarveðrinum fór av Svangaskarði við FM steypi, gullkrónum og UEFA Champions League atgongumerkjum, meðan B68 flutti niður í 1. deild.
Steðgurin hjá B68 í bestu deildini var í hesum umfarinum seks ár. Í 2021 endaði B68 á áttanda plássi við 25 stigum. Í 2022 endaði B68 á sætta plássi við 30 stigum. Í 2023 endaði B68 á sjeynda plássi við 23 stigum. Í 2024 endaði B68 á áttanda plássi við 21 stigum, í 2025 endaði B68 á sætta plássi við 26 stigum, og nú endaði B68 á tíggjunda plássi við 20 stigum.
EB/Streymur endaði á áttanda plássi við 27 stigum.
-Vit harmast um niðurflytingina, tí vit halda okkum hava nóg góðar spælarar at vera við í Meistaradeildini. Tíverri hevur talan verið um ov nógvar skaðar og leikbann, og tað er orøkin til, at avrikini ikki hava verið nóg støðug, sigur Jóhannus Danielsen, sum er formaður í B68.
Martin Jarnskor hevur síðani í summar verið venjari, og Pedro Tarancon Antón hevur verið hjálparvenjari. Tað er greitt, at teir fara ikki at halda fram, og at tað harvið verður neyðugt hjá B68 at vinna nýggjan venjara.
-Tað kemst av tí, at teir hava ikki pappírini, sum skulu til fyri at venja lið í næstbestu deildini. Nú fara vit at finna nýggjan venjara, og so fara vit undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, sum vit vóna fer at bera við sær, at vit aftur flyta upp í bestu deildina, sigur B68 formaðurin.
Og hvussu verður við spælarum?
-Vit rokna við, at tað vera nógvir lokalir spælarar í hópinum, og at tað haraftrat vera onkrir stuðlar, sum koma aðra staðni frá, sigur Jóhannus Danielsen formaður í B68.