Ongi úrslit

Babba og gloymskan

- eftir Honnu D. Andreassen

Jonhild Rasmussen
1 tími síðan

Tá ið eitt foreldur fær demens, broytist lívið eisini hjá teimum nærmastu. Í Babba og gloymskan greiðir Hanna D. Andreassen frá, hvussu tað er at vera dóttir, tá ið pápin líðandi missir minnið og hevur tørv á alsamt meiri hjálp.

Hanna skrivar við støði í egnum upplivingum og eygleiðingum. Tá ið pápin fekk staðfest sjúkuna, visti hon lítið um demens og tær avbjóðingar, ið fylgdu við. Við bókini miðlar hon tær royndir og ta vitan, hon sjálv hevði ynskt at havt frá byrjan.

Frásøgnin lýsir, hvussu sambandið millum pápa og dóttur broytist, og hvussu ábyrgdin veksur. Afturat sínum egna familjulívi og arb-

eiði skal hon nú samskipa hjálp, taka torførar avgerðir og vera talsfólk hjá pápanum. Heimahjálp, bíðilistar og fulltrúir gerast partur av gerandisdegnum, meðan stúranin fyri pápanum fyllir alsamt meira.

Samstundis er hetta ein frásøgn um kærleika, vreiði, samvitsku og sorg. Um at síggja pápan broytast og sakna hann, meðan hann enn er á lívi. Og um at læra at vera nær, uttan altíð at rætta tað, hann sigur.

Babba og gloymskan gevur eina persónliga mynd av lívinum sum avvarðandi í Føroyum. Við at siga sína søgu vil Hanna hjálpa øðrum í líknandi støðu at kenna seg minni einsamøll og geva innlit í, hvussu demensur ávirkar bæði tann sjúka og tey nærmastu.

Høvundur: Hanna D. Andreassen

Kápusnið: Lilja Sunadóttir Andreassen

Forlag: Sprotin

Útgávuár: 1. september 2026

Kelda: Sprotin

Mest lisið hesa vikuna

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38